Fótbóltur

07 Vestur er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna

Ein sterkur fyrri hálvleikur, og trý mál, vóru nóg mikið til trý stig móti B68. Poul Kallsberg skoraði trý mál fyri Víking móti FC Suðuroy, meðan hattrikk frá Árna Frediksberg og tvey mál hjá Dávid Andreasen tryggjaði KÍ stórsigur við Stóra.

07 Vestur valdi at skifta høvuðsvenjara beint áðrenn tveir lykladystir á heimavølli. Í síðstu viku vann 07 Vestur 5-0 á TB undir Sigtór Petersen - í dag fekk Micheal Schjønberg trý stig í sínum fyrsta dysti aftur í Sørvági (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

07 Vestur valdi at skifta høvuðsvenjara beint áðrenn tveir lykladystir á heimavølli. Í síðstu viku vann 07 Vestur 5-0 á TB undir Sigtór Petersen - í dag fekk Micheal Schjønberg trý stig í sínum fyrsta dysti aftur í Sørvági (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

2025-05-25 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir av dagins Betrideildardystum eru av.

Í Sørvági byrjaði 07 Vestur sum eitt óløgi í afturvendanini hjá Micheal Schjønberg. Liðið, og Mikkel Hyllegaard hildu á, har man slepti móti TB: Tað var 2-0 eftir eitt korter, og Hyllegaard skoraði sítt seinna mál tíggju minuttir fyri steðgin, eftir at kviki danin fekk góða sending.

Sonni Ragnar Nattestad skoraði fyrsta málið í dystinum við góðum stútara. Í 2. hálvleiki skuldu hann og liðfelagararnir í stóran mun verja. B68, ið ikki heilt tyktiskt til staðar fyri steðgin, var omaná allan 2. hálvleik. Tað eydnaðist eisini at minka um munin til 3-1, tá Sebastin Lau Nielsen var snildur og skjótur, eftir 07 Vestur hevði mist bóltin í uppspælinum.

Tað gjørdist tó ikki tættari enn hetta á máltalvuni. Eitt bakkast hjá B68, sum vann á B36 í seinasta umfari men sum helst hevur nýtt nógva megi í steypahálvfinaluni mikukvøldið. 07 Vestur var fyri steðgin ágangandi og vælskipað og hevur nú átta mál og fult stigatal tveir teir seinastu dystirnar. Hetta merkir eisini, at liðið er á 8. plássi og fyri fyrstu ferð síðani í ár omanfyri niðurflytingarstrikuni.

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad og hinir hjá 07 Vestur omaná (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

Í hinum báðum dystunum vunnu stórfavorittarnir greitt á uppflytarunum. Munurin var minni í Sarpugerði, men har kom málið hjá FC Suðuroy til 3-1 ikki fyrrenn í 90. minutti. Poul Kallsberg er byrjaður at gerast heitur, og í dag gjørdi strandingurin hattrikk.

Hattrikk kom eisini við Stóra, har oddaliðið vann greitt á botnliðnum. TB hevði ein stóran møguleika og nakrar støður í undanvindinum fyri steðgin, men KÍ hevði sanniliga sínar møguleikar, og talan gjørdist eisini um fimm mál: Árni Frederiksberg gjørdi trý teirra - eitt við beinleðis hornasparki. Hini bæði skoraði Dávid Biskopstø Andreasen. Klaksvíkingurin fær størri og størri álit frá Magnusi Powell.

KÍ hevur júst nú fýra stig niður til NSÍ, sum í løtuni spælir móti HB við Løkin. Hetta er seinasti dysturin í umfarinum

Betrideildin 11. umfar
Í dag, sunnudagin 25. mai
TB - KÍ 0-5 (0-2)
15' Árni Frederiksberg (Jonn Johannessen) 0-1
36' Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-2 
64' Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-3
78' Árni Frederiksberg 0-4
89' Árni Frederiksberg 0-5

Meira um dystin her

Víkingur - FC Suðuroy 3-1 (1-0)
31' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar) 1-0
48' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 2-0
63' Poul Kallsberg (Stefan Radosavljevic) 3-0
90' Teit Hjelm (Salmundur Bech) 3-1

Meira um dystin her

07 Vestur - B68 3-1 (3-0)
13' Sonni Ragnar Nattestad (Mikkel Elbæk Jacobsen) 1-0
16' Mikkel Hyllegaard (Silas Gaard) 2-0
36' Mikkel Hyllegaard (Filip Drinic) 3-0
69' Sebastian Lau Nielsen 3-1 

Meira um dystin her

17.15: NSÍ - HB (0-1)

Í gjár, leygardagin 24. mai
B36 - EB/Streymur 0-0

Reytt kort: Hannes Agnarsson (30')

Sí eisini: Boubacar Dabo brendi tvey brotsspørk móti EB/Streymi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder