Fótbóltur

07 Vestur sett serbiskan venjara til 1. deildarliðið

45-ára gamli Sasa Jovanovic var í Føroyum sum spælari í 2007 og 2008. Nú skal hann royna at fáa næstbesta mansliðið hjá 07 Vestur at fóta sær í næstbestu deildini.

Sasa hevur A-venjaraprógv og hevur sum venjari millum annað vant landsliðið fyri áhugaleikarar í Serbia og vant U20 lið hjá feløgum í bestu serbisku deildini

Sasa hevur A-venjaraprógv og hevur sum venjari millum annað vant landsliðið fyri áhugaleikarar í Serbia og vant U20 lið hjá feløgum í bestu serbisku deildini

2025-01-08 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sasa Jovanovic hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár og kemur at taka sær av okkara næstbesta liði, sum flutti upp í 1. Deild í farna kappingarárið.

Hesum boðar 07 Vestur frá á síðu sínari.

Føroyskur fótbóltur er ikki heilt ókendur fyri Sasa. Hann spældi við TB og ÍF kappingarárini 2007 og 2008.

Sasa hevur A-venjaraprógv og hevur sum venjari m.a. vant landsliðið fyri áhugaleikarar í Serbia og vant U20 lið hjá feløgum í bestu serbisku deildini. 

- Fótbóltur er mítt lív, og tað hevur altíð havt mín serliga áhuga at menna og vegleiða ungum leikarum, í strembanini eftir at gerast yrkisleikarar” sigur Sasa í stuttari viðmerking við síðuna hjá 07 Vestur.

Eg leggi stóran dent á dygd, rættan hugburð og hart arbeiðið, leggur 45-ára gamli venjarin afturat. Hetta er júst tað, ið næstbesta mansliðið hevur tørv á, nú tað skal royna at fóta sær í næstbestu deildini komandi kappingarár, heldur felagið.


Sasa kemur til Føroyar mánadagin 13. Januar og fer undir at venja 1. deildarliðið beinanvegin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder