Fótbóltur

07 Vestur styrkir seg við svenskum verjuspælara

Talan er um 25-ára gamla Erik Gunnarsson. Sum skilst fer danskur miðvallari, við nógvum royndum á høgum stigi, eisini at skriva undir. Sonni Ragnar Nattestad hevur eisini verið uppá tal.

Seinastu árini hevur vinstrabeinti miðverjin spælt við Erik Gunnarsson í Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur samanlagt spælt 153 dystir (Mynd: 07 vestur.fo)

Seinastu árini hevur vinstrabeinti miðverjin spælt við Erik Gunnarsson í Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur samanlagt spælt 153 dystir (Mynd: 07 vestur.fo)

2024-03-12 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur hevur 07 Vestur heintað átta nýggjar útlendskar spælarar til hópin, og nú áðrenn flytingarvindeygað letur aftur, leggjast tveir skandinaviskir spælarar afturat.

Tann fyrri varð kunngjørdur í gjárkvøldið. Talan er um 25 ára gaml Erik Gunnarson. Sum 07 Vestur vísir á, so hevur hann rímiliga nógvar royndir úr næst- og triðbestu deildini í Svøríki.

- Erik spældi ungdómsfótbólt við IFK Gøteborg. Hann hevur 61 dystir fyri U19 og U21 liðini hjá IFK. Eisini fekk hann nakrar dystir á ungdómslandsliðunum hjá Svøríki. Seinastu árini hevur hann spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur hann samanlagt spælt 153 dystir.

Gunnarson er skrásettur fyri 90 dystir í triðbestu deildini í heimlandinum, 53 í Superettan (næstbestu deildini), 11 steypadystir og tveir í Allsvenskan. Sostatt er talan um ein rættuliga royndan miðverja, sum eisini kann spæla sum vinstri bakkur. Við hansara royndum kemur Erik Gunnarson heilt vist at styrkja um verjupartin hjá 07 Vestur, skrivar felagið. Hann er byrjaður at venja við hópinum hjá 07 Vestur.

Ein ella tveir nýggir afturat - yvir 150 dystir fyri Brøndby

Steffan Landro hevur fyri stuttum staðfest, at hann skal hava fleiri spælarar inn afturat. 

Sum skilst, so er tað so at siga komið uppá pláss, at Fredrik Holst fer at spæla við 07 Vestur. Hetta hevur Portalurin fingið staðfest, og in.fo hevur eisini hesi tíðindini í dag.

Talan er ikki um hvønn sum helst í norðurlendskum fótbólti: Holst er uppvaksin í Brøndby og hevur spælt nógv í bestu deildunum í Danmark, Svøríki (Elfsborg) og Noreg (Lillestrøm) Eisini hevur 29-ára gamli miðvallarin spælt 30 dystir við Sparta Rotterdam í bestu niðurlendsku deildini.

Hann stendur sum sáttmálaleysur eftir eitt hálvt ár í Rumenia - í fyrru hálvu í fjør var Fredrik Holst í Helsingborg í næstbestu svensku deildini. Fyrrverandi danski U-landsliðsspælarin hevur royndarvant ymsastaðni í vetur. Hann kann gerast veruligur fongur fyri 07 Vestur.

sí profilin á transfermarkt.com

[object Object]
Holst í Eredivisie-dysti móti Tyrell Malacia og Feyenoord í 2017. Hann er vanur at spæla í gulum: Við Brøndby, ið hann hevur umboðað oftast, og Elfsborg í bestu svensku deildini 

Seinastu tíðina hava gitingar verið um Sonna Ragnar Nattestad. Miðverjin úr Miðvági hevur vant eitt sindur við 07 Vestur í síðstu viku, og Steffan Landro segði í samrøðu við Televarpið leygardagin, at felagið hevur stóran áhuga fyri høga miðverjanum.

29-ára gamli veruspælarin varð ikki úttikin til A-landsliðið í gjár, tí hann hevur verið sáttmálaleystur síðani fyrst í november. Nøkur útlendsk feløg hava ligið framvið í vetur, og sum skilst vil Sonni Ragnar helst útum landoddarnar at spæla aftur. Pólland hevur eftir øllum at døma verið ein møguleiki.

Nakrar keldur hjá Portalinum vilja tó verða við, at tað er sannlíkt, at Sonni Ragnar Nattestad ger sáttmála við 07 Vestur. Flytingarvindeygað letur aftur fríggjadagin klokkan 16.

[object Object]
Tìðin í B36 er komnin at enda hjá Sonna Ragnar, sum nú ikki slapp við á landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dagført: 13.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder