Fult umfar hevur verið í næstbestu deildini í dag, har umráðandi dystir vóru bæði í oddinum og botninum.
Í Klaksvík var ein sera týdningarmikil dystur í uppflytingarstríðnum, har 07 Vestur vitjað.
Vágamenn skuldu helst vinna fyri at halda lív í vónini um fótbólt í Betri deildini komandi ár. Men KÍ liðið, við nógvum royndum leikarum, vísti seg at vera ov sterkt. Klaksvíkingar vunnu dystin 3-1, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 1-0.
Amerikmaðurin, Darius Lewis, legði KÍ á odda 2-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki
Tað var Jens Joensen, sum legði KÍ á odda eftir 29 minuttir. 07 Vestur javnaði við brotssparki frá Høgna E. Nielsen, ta ein tími var spældur, men tann støðan vardi bert í sjey minuttir - til 68. Minutt - tá Darius Lewis legði KÍ á odda 2-1. Bert tveir minuttir seinni, var tað enn einaferð Hjalgrím Elttør, ið skoraði, og endaliga úrsliti varð 3-1. Hetta úrsliti merkir, at KÍ nú er 3 stig frammanfyri 07 Vestur, ið bert hevur tríggjar dystir eftir, meðan KÍ hevur fimm dystir eftir. Klaksvíkingar ligga á 3. plássinum, ið 07 Vestur skal hava fatur á
Tað hjálpti heldur ikki 07 Vestur, at hini liðini í topp-trý ikki snávaðu. Á Toftum tók B68 ímóti oddaliðnum Víkingi, ið megnaði at loysa heldur torføru uppgávuna og vinna 1-0. Ingi Jonhardsson skoraði einsamalla málið Við Løkin var eingin ivi; NSÍ vann stórsigur á EB/Streymi, ið fer sendandi niður aftur í 2. deild.
Ingi Jonhardsson skoraði sigursmálið fyri Víking á Svangaskarði (Mynd: vikingur.fo)
Á Skala og á Sandi var botnstríðið á breddanum. Tey fýra liðini, ið stríðast fyri at sleppa undan næstniðasta plássinum, hittust innanhýsis. Og tað vóru bygdafeløgini, sum á heimavølli sendi havnarfeløgini heim við ongum, og harvið liggja væl fyri nú í stríðnum.
Á Skála leingi út til at HB fór fara avstað við øllum trimum stignum. Bæði liðini skoarðu hvør sítt mál í fyrr halvleiki, meðan HB skeyt eitt tíðliga í seinna halvleiki. 1-2 var støðan ein minutt fyri tíð, so javnaði veteranurin Jónhard Fredriksberg, og í yvirtíðini skoraði Aksel B. Danielsen sigursmálið fyri Skála - dagsins leikari í U21-finaluni fyri viku síðani skeyt sítt annað mál í dystinum.
Aksel Bjartalíð Danielsen - her í finaluni hjá U21 seinasta fríggjakvøld, har hann eisini skoraði (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Á Sandi varð eisini talan um ein tvífaldan málskjútta, ið avgjørdi dystin fyri heimaliðið, tá B71 vann hin týðandi dystin í botnstríðnum. B36 var á vitjan Inni í Dal, og har var eisini spenningur í til tað síðsta, tí sigursmálið kom ikki fyrr enn ein minutt fyri tíð, ta Aron Clementsen skoraði sítt annað mál til 3-2.
Úrslitini og málskjúttar í dag
Skála – HB 3-2
1-0 Aksel B. Danielsen
1-1 Jón Krosslá Poulsen
1-2 Bjarni Brimnes
2-2 Jónhard Fredriksberg
3-2 Aksel B. Danielsen
B71 – B36 3-2
0-1 Niels Johnsson
1-1 Clayton Nascimento
2-1 Aron Clementsen
2-2 Ludvík Breckman
3-2 Aron Clementsen
KÍ – 07 Vestur 3-1
1-0 Jens Joensen
1-1 Høgni E. Nielsen
2-1 Darius Lewis
3-1 Hjalgrím Elttør
B68 – Víkingur 0-1
0-1 Ingi Jonhardsson
NSÍ – EB/Streymur 5-0
1-0 Jannik Olsen
2-0 Andri Benjaminsen
3-0 Sjúrdur Pauli Nielsen skorað
4-0 Sjúrdur Pauli Nielsen
5-0 Meinhard Geyti
Støðan í 1. deild
1. Víkingur 49 stig (24 dystir)
2. NSÍ 48 stig ( 24 dystir)
3. KÍ 22 dystir 44 stig (22 dystir)
4. 07 Vestur 41 stig (24 dystir)
5. B68 31 stig (24 dystir)
6. Skála 27 stig (24 dystir)
7. B71 26 stig (23 dystir)
8. B36 24 dystir 24 stig (24 dystir)
9. HB 23 stig (24 dystir)
10. EB/Streymur 12 stig (23 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald