Fyrstudeildarliðið 07 Vestur gav HB ein skarpan gang á Dungasandi í kvøld. Dysturin mátti avgerast við brotssparkskapping, og klokkan nærkaðist tíggju áðrenn avgerðin fall.
HB legði seg á odda tíðliga í dystinum við máli frá Mathias Nygaard, og 1-0 var eisini støðan tá liðini fóru til hálvleik.
Føroyameistararnir høvdu tað trupult at raka málið í dag, og tá tólv minuttir vóru eftir javnaðu vágamenn til 1-1. HB hevði meginpartin av spælinum, men bólturin vildi bara ikki inn.
Sostatt máttu liðini út í longda leiktíð, men heldur ikki her kom nakað mál. 07 Vestur-leikararnir vóru illa sperdir, men megnaðu at halda havnarmonnum frá málinum, og tí skuldi alt avgerast við brotssparkskapping.
Tíverri fyri vágamenn brendi fyrsti skjúttin hjá 07 Vestur, meðan HB-leikararnir skoraðu uppá øll síni brotsspørk, og stóð eftir sum vinnari.
HB hevur spælt seg víðari í hálvfinaluna, sum verður leikt longu um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald