Fótbóltur

07 Vestur vann á HB

Einki FM-stríð í løtuni, men tætta stríðið um 4. plássið heldur fram - Víkingur vann stórt á ÍF. KÍ og B36 knógvaðu ávíkavist B68 og EB/Streymi.

Tað vóru vágamenn, ið kundu fegnast á Dungasandi sunnudagin (Mynd: jn.fo)

Tað vóru vágamenn, ið kundu fegnast á Dungasandi sunnudagin (Mynd: jn.fo)

2023-06-25 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 14. umdfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir seinnapartin. Úrslitið, sum flest fólk góvu sær far um, var tað á Dungasandi.

07 Vestur hevur víst tenn seinastu tíðina, og í dag var tað HB, ið tað gekk útyvir. Heimaliðið legði seg á odda, tá eitt korter varð spælt. Síðani stríddist útiliðið fyri at svara aftur, og tað var fimm minuttir inn í 2. hálvleik, tá fyrrverandi 07 Vestur-spælarin Mads Borchers royndi seg við langskoti.

Tað gekk tó ikki long tíð, til 07 Vestur aftur hevði leiðsluna. Jóanis á Steig fann Janus Svabo Samuelsen, og so var 2-1. Heimaliðið helt fast og heldur fram við flottu gongdini; hetta var fimti sigurin í seinastu seks dystunum. 07 heldur harvið sambandi til Víking. Fyri HB var talan um stóran smeit - nú er liðið tíggju stig aftanfyri KÍ.

[object Object]

[object Object]
Aftur í dag kundi tey í 07 Vestur-leguni stórfegnast um "stóran" heimasigur (Myndir: jn.fo)

KÍ vann enn ein smalan sigur á liði lægri liðið. Øll málini á Svangaskarði komu innanfyri tíggju minuttir síðst í fyrra hálvleiki. Oddaliðið var á odda 2-0, áðrenn B68 minkaði um munin. Vegard Forren varð rikin av vølli eitt korter fyri tíð, og so var trýst á, men føroyameistararnir vunnu sín 15. sigur í ár - av 15 møguligum. Um eina viku tekur KÍ móti HB. Um liðið hjá Magne Hoseth vinnur tá, so er FM av álvara í eygsjón.

B36 vann eisini 2-1, og tað var Valerijs Sabala, sum skoraði avgerandi málið. EB/Streymur kom annars á odda í 10. minutti, heimaliðið javnaði minuttin eftir, og fimm minuttir eftir steðgin varð 2-1. 

[object Object]
Taufee Skandari, sum er afturvendur eftir landsdystir við Afganistan, legði upp til bæði málini (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann stórt í grannaupperðini móti uppflytarunum ÍF. Tað endaði 5-0 í Sarpugerði, har Martin Klein Joensen skoraði tvær ferðir. Sannførandi og umráðandi hjá Víkingi, ið ikki hevur havt tað heilt lætt seinastu tíðina. Talan var um áttanda tapið á rað hjá ÍF.

Í gjárkvøldið vann TB týdningarmiklan sigur á jóansøku móti AB.

Les eisini: TB gjørdi trý mál og fekk trý stig á jóansøku

Betrideildin 14. umfar

07 Vestur - HB 2-1 (1-0)
16' Jasper van der Heyden (Mathias Voss) 1-0
51' Mads Borchers (Áki Samuelsen) 1-1
63' Janus Svabo Samuelsen (Jóanis á Steig) 2-1

B36 - EB/Streymur 2-1 (1-1)
10' Hans Pauli á Bø (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
11' Bjarki Nielsen (Taufee Skandari) 1-1
50' Valerijs Sabala (Taufee Skandari) 2-1

Víkingur - ÍF 5-0 (2-0)
37' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein) 1-0
39' Olaf Bárðarsson (Arnbjørn Svensson) 2-0
46' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 3-0
63' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 4-0
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Signar á Brúnni) 5-0

B68 - KÍ 1-2 (1-2)
34' Luc Kassi (Patrik Da Silva) 0-1
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-2
44' Villiam Emil Klein (Fríði í Túni Petersen) 1-2

Í gjár, leygardagin 24, juni 
TB - AB 3-2 (1-0)
4' Ragnar Skála 0-1
52' Nikolei Johannesen 1-1
73' Nikolei Johannesen 2-1
86' Samudeen Musah (Nikolei Johannesen) 3-1
90 (+6)' Brian Jakobsen 3-2

Les eisini: TB gjørdi trý mál og fekk trý stig á jóansøku

Støðan

1. KÍ 45 stig * 
2. HB 35 stig *
3. B36 33 stig *
4. Víkingur 24 stig *
5. 07 Vestur 22 stig
6. EB/Streymur 13 stig
7. TB 12 stig 
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 4 stig 

* Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder