Fótbóltur

1. deild: B36 tók eitt týðandi fet í botnstríðnum

Hugin Samuelsen skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum á EB/Streymi í gjárkvøldið, ið gjørdi, at B36 nú er fýra stig frá strikuni. Tað sær tungt út hjá EB/Streymi.

Hugin Samuelsen, her í Betrideildardysti á Tórsvølli í fjør, gjørdist avgerandi fyri teir í hvítum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hugin Samuelsen, her í Betrideildardysti á Tórsvølli í fjør, gjørdist avgerandi fyri teir í hvítum (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-09-29 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útsetti dysturin á Tórsvølli í gjárkvøldið hevði nógv at siga, og tað sást á liðunum, ið bæði vóru mannaði við nøkrum leikarum, sum ikki so ofta eru við 1. deild. 

EB/Streymur hevði millum annað Mikkjal Hellisá, Tóka Johannesen og Símun Sólheim við. Tann síðstnevndi kom inn til 2. hálvleik og skoraði tvey mál. Eisini var royndi Marni Djurhuus, ið annars bert hevur spælt fimm dystir í ár, á liðnum, og  Arnar Dam, Rói Olsen og Ragnar Bjartalíð Danielsen, ið allir hava nógvar dystir í Betrideildini, spældu 90 minuttir.

Hjá heimaliðnum spældu millum annað Martin Agnarsson, Hákun Edmundsson og Bjarni Petersen, og Símun Rógvi Hansen vardi málið. Hugin Samuelsen hevur seinastu árini javnan spælt við besta liðnum, men hann fór av landinum í lestrarørindum miðskeiðis í august. Miðvallarin var aftur á vøllin fyri barndómsfelagið í vikuskiftinum. Tað var fyri næstbesta liðið í botndysti í Vági, har hann skoraði málið hjá B36 í 1-1 javnleikinum móti FC Suðuroy. Hesuferð gjørdist talan um tvey mál, og tey tryggjaðu sigurin. 

[object Object]Talan gjørdist ikki um trý mál hjá Hugini, sum her á Eiði í Betrideildardysti í 2019, men hansara mál móti EB/Streymi í gjár fáa helst stóran týdning (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hugin skoraði, sambært dystir.fo, í 6. minutti og so aftur tíðliga í 2. hálvleiki. Símun Sólheim javnaði tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, men einki mál kom afturat í dystinum, og so kundu teir á heimaliðnum fegnast.

Til ber til at síggja liðuppstillingar, dystargongd og nøkur hagtøl her

Við sigrinum sær heilt gott út í mun til yvirliving hjá liðnum hjá Símuni Joensen, . B36 hevur fýra stig niður til EB/Streym á níggjunda plássið, nú bæði liðini hava tríggjar dystir eftir. FC Suðuroy er nummar tíggju og seks stig aftanfyri B36. Tó hevur FC Suðuroy leikt ein dyst færri, og tann útsetti dysturin - á heimavølli móti B71 - verður sunnudagin 10. oktober.

Dystarskráin sæst á faroesoccer

B36 hevur tríggjar dystir eftir, og allir eru á heimavølli: Móti AB, NSÍ og HB. EB/Streymur skal eisini spæla móti HB í høvuðsstaðnum, síðani á heimavølli móti KÍ og í 27. umfari 29. oktober á útivølli móti Víkingi. Triðseinasta umfar í 1. deild verður leikt eftir landsliðssteðgin - 16. og 17. oktober. 

Støðan eftir 23 umfør: 
1. Skála 46 stig
2. AB 39 stig
3. Víkingur 37 stig
4. B71 37 stig *
5. NSÍ 37 stig
6. HB 32 stig
7. KÍ 30 stig
8. B36 29 stig
9. EB/Streymur 25 stig
10. FC Suðuroy 23 stig *

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder