2018-07-28 18:15

Tað var ikki tann stóri spenningurin hjá 10 mannaførum monnum. Ormurin Langi úr Knørrafelagnum hevði undan róðrinum í dag nærum tryggjað sær FM-heitið, men aðrar manningar hava givið teimum bláu ein skarpan gang.
Og soleiðis var eisini í dag. Suðuroyingur og Klaksvíkingur komu undir liðuna á Omrinum Langa, men havnarmenninir á Orminum høvdu meira at bjóða, og vunnu hóast alt trygt.
10 mannafør
1. Ormurin Langi 4.15.23
2. Klaksvíkingur 4.16.20
3. Suðuroyingur 4.19.15
4. Havnarbáturin 4.23.37
5. Drekin Reyði 4.27.47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald