Í dag hevur lutakast verið um, hvussu spælast skal í evropeiska partinum av undankappingini til HM 2027 hjá kvinnum.
Dystirnir í fyrsta partinum verða spældir í mars, apríl og juni næsta ár - í 2026.
Føroyar eru í deild C, sum er tann niðasta deildin. Undankappingin er skipað á sama háttt, sum Nations League, og er upp- og niðurflyting fyri Nations League 2027 eisini uppá spæl í undandystunum.
FSF skrivar, at lutakastið háttaði seg soleiðis, at føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk C4 saman við Georgia og Grikkalandi.
Hetta var ein av teimum trimum bólkunum við bert trimum dystum
– Hetta eru tvey spennandi lond, sum vit nú skulu royna okkum ímóti, og vónirnar eru góðar. Vit arbeiða eisini við at fáa onkrar venjingardystir við hóskandi mótstøðu, so vit síggja við spenningi fram ímóti komandi landsliðsári, sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
![]()
![]()
Bólkarnir (Mynd: FSF)
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 61, meðan Georgia er nummar 121. Føroyar eru í løtuni nummar 105 av teimum 196 londunum, sum eru á listanum.
Harvið mugu Føroyar metast at vera tað betri enn Georgia. Í fjør vóru Føroyar og Grikkaland í EM-undankappingarbólki saman. Grikkaland vann dystirnar 1-0 og 2-0.
Dystaskráin fyri UEFA Women’s Nations League 2026-2027 verður væntandi klár í morgin ella hósdagin. Dystirnir verða spældir í mars, apríl og í juni mánað komandi ár, skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald