2025-11-04 19:13
Adrian Rúnason Justinussen skiftir 1. januar úr Hillerød til AC Horsens, men føroyski vongurin ger enn stóran mun í appelsinlittum.
Hann skoraði í øllum trimum málunum hjá Hillerød í oktober, og varð Adrian kosin til besta spælara hjá felagnum fyri oktober.
Hetta gav sigrar móti Hobro og Middelfart og javnleik móti Hvidovre.
Adrian Rúnason Justinussen fekk gávu frá stuðlinum Bauhaus afturfyri frá Hillerød. 27-ára gamli føroyingurin er toppskjútti í næstbestu donsku deildini við 10 málum fyri 15 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald