Føroyska manslandsliðið hevur fyri fyrstu ferð framvegis møguleika at røkka einum endaspæls- ella røkkstøkk- plássi (playoff) á síðsta leikdegi í einum undankappingarbólki.
Hetta hava Føroyar framt við at vunnið fýra av sínum sjey dystunum í EM-undankappingarbólkinum. Tey trý tapini hava verið við einum máli - tvey eru komin seint ella ógvuliga seint í dystinum.
- Eg skal ikki byrja at sita her og irða meg ov nógv um tey tepru tapini...vit eru á mangan hátt nøgdir við árið, og at vit framvegis eru við í stríðnum.
Hetta segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum mánadagin, tá hann setti navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til ársins seinasta undankappingardyst. Hann verður móti Kroatia í Rijeka fríggjadagin 14. novembur.
Les eisini: Ási og Shaki skulu við til Kroatia
Føroyar settu við sigrunum á Montenegro og Kroatia oktober stigamet. Liðið hevur vunnið tríggjar dystir á rað, og fýra av sínum seinastu fimm dystum. Hetta hevur sett liðið hjá Eyðuni Klakstein í søguliga góða støðu:
- – Vit hava spælt okkum í óvanligu støðuna, at nú vit spæla síðsta dystin í hesari undankappingini, hava vit møguleikan at spæla okkum til HM-endaspælið. Vit vita, at møguleikin er lítil, tí vit skulu vinna á einum av heimsins bestu landsliðum á útivølli, og vit skulu hava hjálp frá Gibraltar. Men tá ið møguleikin er har, spæla vit fyri honum. Vit kunnu í øllum førum royna at gera okkara.
Les eisini: Settu stigametið í stórum stíli
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 16 stig (6 dystir)
------------------------------
2. Kekkia 13 stig (7 dystir)
---------------------------------
3 Føroyar 12 stig (7 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (6 dystir)
1'arin kemur beinleiðis víðari til HM-endaspælið næsta ár. Tvey'arin skal spæla play-off.
Føroyar skulu hava stig og samstundis fáa hjálp frá Gibraltar, sum spælir í Kekkia á síðsta leikdegi. Føroyar hava eisini venjingardyst á skránni 18. november - móti Kasakstan í Kroatia
Føroyski hópurin til dystirnar í november:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur *
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB (NSÍ)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Ási Dam **
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ **
Noah Mneney *
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ
* Komu inn í hópin sum avloysaar fyri skaddar menn - ávikavist Samuel Chukwudi og Hall Hansson - seinast
** Nýggir í hópinum
14. november: Kroatia - Føroyar (HM-undankapping)
18. november: Kasakstan - Føroyar (Venjingardystur - spældur í Kroatia)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald