Fótbóltur

“11 for Health” verkætlanin verður víðkað

"11 for Health" granskingarverkætlanin, sum Fróðskaparsetrið stendur fyri saman við Fótbóltssambandinum og Fólkaheilsuráðnum, verður nú víðkað við sjey skúlum.

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

2019-01-24 17:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

 “11 for Health” granskingarverkætlanin verður nú víðkað við sjey skúlum. Tað eru Fróðskaparsetur Føroya, sum stendur fyri verkætlanini saman við Fótbóltssambandinum og Fólkaheilsuráðnum.

Tilsamans 400 børn í fimta flokki úr 12 føroyskum skúlum vóru við í verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Skúlabørnini fingu í 11 vikur tvær ferðir 45 minuttir av heilsuundirvísing ígjøgnum fótbóltsspæl. Kanningin vísti, at heilsufrálæra á fótbóltsvøllinum økir vøddastyrki, vøddamassa, kropsjavnvág og lækkar blóðtrýstið. Hetta hendi hjá øllum børnunum; eisini teimum, sum ikki høvdu nakrar royndir við fótbólti. Kanningin gav sostatt eina ábending um, at tað er eitt gott hugskot at brúka fótbóltsspæl sum venjingar- og heilsuundirvísingarhátt í fólkaskúlanum.

Í sambandi við, at verkætlanin verður víðkað við sjey skúlum, varð skeið hildið í FSF-húsinum 15. januar fyri lærarum, sum skulu standa fyri undirvísingini úti á skúlunum. Aftaná ástøðiligu undirvísingina varð farið út á Tórsvøll at royna ymiskar venjingar, sum eru partar av átakinum. Víðkaða verkætlanin fer í gongd í næstum og heldur fram til summarferiuna. Magni Mohr, May-Britt Skoradal, Maria Hammer Olsen og Hildigunn Steinhólm Højgaard frá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi eru øll við í verkætlanini, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Evropeiska útgávan av 11 for Health konseptinum er ment av Peter Krustrup, professara á Syddansk Universitet og Magna Mohr, lektara og dekani á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. Hon er fyrr roynd í Danmark har 10.000 børn vóru kannaði. Eisini er ein útgáva til menningarlond gjørd, sum er sett í verk í 25 londum í Afrika og Suðuramerika.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder