Fótbóltur

11. umfar verður spælt 2. hvítusunnudag

Allir dystirnir á skránni mánadagin 25. mai: Tríggir byrja klokkan 15, og hinir báðir verða spældir seinni. FM1 fer at siga frá trimum dystum, og um kvøldið verður tikið samanum sendingini3. Hálvleikur.

Hanus Højgaard skoraði eitt dreymamál, og B68 vann 3-1, seinast HB vitjaði á Svangaskarði (Mynd: B68/Julia Tarancón Clementsen)

Hanus Højgaard skoraði eitt dreymamál, og B68 vann 3-1, seinast HB vitjaði á Svangaskarði (Mynd: B68/Julia Tarancón Clementsen)

2026-05-23 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin Meistaradeildsfótbóltur í gjár, eingin í dag og heldur eingin í morgin. Í mun til hini umførini í ár, er als ikki dystur um vikuskifti.

Allir dystirnir í 11. umfari eru lagdir mánadagin 25. mai, sum er 2. hvítusunnudagur: Halgidagur.

Tríggir dystir byrjar klokkan 15, tann á Svangaskarði klokkan 17.15 og í Gundadali verður bríkslað í gongd klokkan 18.

11. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Mánadagin 25. mai

15.00:
KÍ - AB (FM1)
Víkingur - Skála
EB/Streymur - NSÍ

17.15: B68 - HB (FM1)

18.00: B36 - 07 Vestur (FM1)

FM1 sigur frá í Klaksvík, á Svangaskarði og í Gundadali. Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

Klokkan 19.30 mánakvøldið er sendingin 3. hálvleikur á skránni. Har taka Trygvi Absalonsen og Heri Árnason Simonsen samanum umfarið við gestum, samandráttum, samrøðum og øðrum.

Sí eisini: Skýlið á Handverkaramessu: HM leiðslan má taka í egnan barm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder