Stóra steypavikuskiftið í hondbólti verður á skránni komandi vikuskifti. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar í Høllini á Hálsi
Byrjað verður við finalunum hjá teimum vaksnu. Har eru hálvfinalurnar farnar í gongd, og bæði hjá kvinnum og monnum stríðast H71, Neistin, Kyndil og VÍF um plássini í finaluni.
Hondbóltssambandið boðar frá, at øll finaluliðini hjá barna- og ungdómsliðunum eru funnin.
Eins og vanligt hevur verið seinastu árini, er H71 greitt best umboðað. Felagið úr Hoyvík hevur lið í átta finalum, og hjá Dreingjum 10 skulu H71 a og H71 spæld um steypið. Hjá Dreingjum 18 er tað merkisvert, at tað er H71 b, ið er annað liðið í finaluni.
Fýra onnur feløg eru umboðaði hesar báðar dagarnar. Neistin hevur fýra lið, VÍF trý og Kyndil og StÍF hava hvør síni tvey lið.
Dystarskrá fyri finaluvikuskifti:
Leygardagur 15. februar
Kl. 13.30 Kvinnur
Kl. 16.00 Menn
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b
Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald