Annað

13 nýggir venjarar fingið prógv

Um vikuskiftið skipaði ÍSF fyri venjaraskeiði fyri venjarar hjá børnum og ungum í øllum ítróttagreinum.

(Mynd: ÍSF)

(Mynd: ÍSF)

2023-10-02 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta vikuskifti skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Havn. 13 fólk luttóku á skeiðnum og fingu handað prógv, tá skeiðið var liðugt.

Undirvísari á skeiðnum var Eyðstein Simonsen.

– Venjara 1 skeiðið er sera væl egnað til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støði í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung, skrivar ÍSF.

– Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini: Ítróttur og venjing, ítróttaskaðar, og ítróttur og børn.

– ÍSF leggur stóran dent á, at tilboðini til børn og ung í Føroyum, skulu vera á so høgum støði sum gjørligt, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest týðandi orsøkunum til, at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin. ÍSF vil tí, í samstarvi við sambond og feløg, vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støði sum møguligt, skrivar ÌSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder