Fótbóltur

13 venjarar í Suðuroynni fingið C2 prógv

Í oktober í fjør skipaði FSF á fyrsta sinni fyri hesum í Suðuroynni, og fyri viku síðani komu 13 luttakarar á mál.

2026-03-18 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit hava ikki roynt hendan leistin áður, men sum heild eydnaðist tað væl, og tá avtornaði fingu 13 luttakarar C2 venjaraprógv, sum vit sjálvandi eru sera glað fyri.

Hetta sigur Eli Hentze, ið er samskipari av venjaraútbúgvingum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Síðst í oktobur mánað í fjør fór FSF undir at skipa fyri C2 venjaraskeiði í Suðuroynni, og fyri einari viku síðani var komið á mál.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Undirvísingin er farin fram á Teams-fundum. Eisini hava luttakararnir fingið talgildar framløgur, sum tey síðani skuldu hyggja eftir og svara spurningum.

Harafturat hava undirvísarar frá FSF í tveimum førum verið í Suðuroynni og havt undirvísing í Marghøllini í Vági, sum riggar frálíka væl til endamálið.

At byrja við vóru 16 luttakarar úr FC Suðuroy, TB og Royn meldaðir til skeiðið, og tá komið var á mál høvdu 13 gjøgnumført og fingu handað C2 venjaraprógv.

Sí fleiri myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder