Fótbóltur

14 lið til reiðar til fjórða umfar

Seks umdystir verða leiktir seinni í mánaðinum. Wolves og Manchester United spældu málleysan javnleik - Newcaslte og Watford skulu eisini spæla umdyst eftir javnleikir móti liðum úr lægri deild.

Tranmere Rovers vendi 0-3 til 3-3 móti mótstøðu úr Premier League

Tranmere Rovers vendi 0-3 til 3-3 móti mótstøðu úr Premier League

2020-01-04 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tjúgu dystir í 3. umari (1/32 finalnum) í FA Cup eru leiktir í dag.

Størsta avrikið kom frá Tranmere Rovere úr triðbestu deildini. Aftanfyri 3-0 á útivølli móti formsterka Watford, ið var í finaluni í fjør, skelkaði liðið av Merseyside Premier League-liðið við trimum málum í 2. hálvleiki. 3-3 málið kom við brotssparki frá innskifta Paul Mullin. Harvið skal umdystur til, og tað skal tað eisini í Newcastle, tí Rochdale úr triðbestu deildini fekk tryggjað sær javnleik móti liðnum úr Premier League. 40-ára gamli innskifti Aaron Wilbraham skoraði útjavnandi málið í 79. minutti

Sheffield Wednesday og Fulham úr næstbestu deildini megnaðu bæði at koppa liðum úr Premier League; ávíkavist Brighton og Aston Villa. Burnley, Southampton, Norwich, Bournemouth, Leicester og Manchester City komu øll trygt víðari, hóast Port Vale úr fjórðbestu deildini fekk javnað til 1-1 á Etihad móti vinnarunum í fjør.

Á Molineux stóðu Wolves og Manchester United ikki beinleiðis fyri nøkrum undirhaldi í einastu Premier League-uppgerðini. Júst innskifti Marcus Rashford fekk ein risastóran møguleika miðskeiðis í 2. hálvleiki men fekk ikki lagt United á odda. Heimaliðið var omaná seinastu tjúgu minuttirnar, og serliga var Raul Jimenez vandamikil. Bólturin endað einaferð í málinum aftanfyri Sergio Romero, , men Matt Doherty hevði stútað bóltin niður á egna arm og síðani í málið, og so varð tað kolldømt. Harvið endaði tað 0-0, og liðini skulu dystast á Old Trafford um eitt pláss í 4. umfari.

Í morgin verða ellivu dystir leiktir. Tann greitt mest áhugaverdi á pappírinum er grannauppgerðin í Liverpool.


FA Cup 3. umfar
Leygardagur 4. januar

12:31:

Bristol City - 
Shrewsbury Town 1-1 *
MillwallNewport County 3-0
Rochdale - Newcastle United 1-1 *
Rotherham United - Hull City 2-3
Birmingham CityBlackburn Rovers 2-1
BurnleyPeterborough United 4-2

15:01
Brighton & Hove Albion - Sheffield Wednesday 0-1
Cardiff City - Carlisle United 2-2 *
FulhamAston Villa 2-1
Oxford UnitedHartlepool United 4-1
SouthamptonHuddersfield Town 2-0
BrentfordStoke City 1-0
Preston North End - Norwich City 2-4
Reading - Blackpool 2-2 *
Watford - Tranmere Rovers 3-3 *

17:31
AFC Bournemouth - Luton Town 4-0
Leicester CityWigan Athletic 2-0
Wolverhampton Wanderers - Manchester United 0-0 *
Fleetwood Town - Portsmouth 1-2
Manchester CityPort Vale 4-1

Liðið er víðari
*Skulu spæla umdyst seinni í januar


Í morgin: 

15.01:
Bristol Rovers - Coventry
Burton - Northampton
Charlton - West Bromwich
Chelsea - Nottingham Forrest
Crewe - Barnsley
Crystal Palace - Derby
Middlesbrough - Tottenham
Queens Park Rangers - Swansea
Sheffield United - AFC Fylde

17.01: 
Liverpool - Everton

19.16: 
Gillingham - West Ham

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder