Fótbóltur

14 evropeisk mál hvør: Páll og Árni eru nú púra javnir

Royndu KÍ-spælararnir eru evropeiskir toppskjúttar fyri føroysk feløg. Í Champions League-sigrinum sendi Árni Frederiksberg fríspark flott inn fyri, og Páll stútaði væl í netið: Fjórði evropeiski heimasigur á rað hjá KÍ, og hevur 9'arin skorað í øllum hesum dystunum.

Nummar sjey inn til nummar níggju = mál til KÍ. Ein kend uppskrift, sum aftur eydnaðist týskvøldið, og nú eru Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð javnir á evropeiska máltindinum. Her síggjast teir eftir líknandi mál móti Radnicki í fjør, sum sendi KÍ víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Nummar sjey inn til nummar níggju = mál til KÍ. Ein kend uppskrift, sum aftur eydnaðist týskvøldið, og nú eru Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð javnir á evropeiska máltindinum. Her síggjast teir eftir líknandi mál móti Radnicki í fjør, sum sendi KÍ víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-08 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskur fótbóltur hevur í løtuni tveir toppskjúttar í evropeisku kappingunum.

Tá Páll Andrasson Klettskarð eftir 49 minuttir í gjár leyp uppfrá og stýrdi frísparksinnleggi frá Árna Frederiksberg í málið, varð 2-0 til KÍ og 36-ára gamli áleyparin skoraði sítt 14. evropeiska mál fyri barndómsfelagið.

[object Object]

[object Object]
Perfekt renning og time'ing í lopinum, og Páll Klettskarð megnaði at stýra flotta innlegginum hjá Árna Frederiksberg í málið hjá Bissen (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Champions League-sigur við Djúpumýru

2-1 sigurin hjá KÍ týskvøldið var fjórði evropeiski heimasigur á rað. Og Páll Klettskarð hevur skorað í øllum teimum.

Sí samrøðu við Páll her:  - Var ein fyrimunur at tosa føroyskt hart tá

Síðani 2023 hevur Árni Frederiksberg eisini skorað eina rúgvu av málum í Evropa: Ellivu í tólv Champions League-dystum og samanalagt 14 mál.

Harvið eru royndu KÍ'arnir javnsettir evropeiskir toppskjúttar fyri føroysk feløg. Næstur á listanum er Levi Hansson, sum skoraði samanlagt 9 mál fyri HB og EB/Streym.

Sambært tølum frá Faroesoccer, sum bolt.fo hevur sett upp á lista, hevur Árni Frederiksberg nú spælt 50 dystir í altjóða kappingum fyri feløg, og Páll Klettskarð hevur spælt 44 dystir.

Teir fara eftir fleiri málum, ella í øllum førum víðari luttøku, í Luksemborg um eina viku.

Sí eisini: Árni Frederiksberg eftir dyst nummar 50: Ein 2-1 sigur er OK - men ynskiligt var við einum størri sigri

Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen 2-1 (1-0)
14' Oussama Ali (Jean Carlos De Brito) 1-0
50' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
57' Tiago Rodriguez Da Costa 2-1

Sí meira um dystin her

Seinni dysturin
Mikudagin 15. juli
19.15: FC Atert Bissen -

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder