Fótbóltur

14. umfar: KÍ og Víkingur leggja til brots fríggjakvøldið

Tveir áhugaverdir dystir eru eisini á skránni leygarkvøldið, og sunnudagin er grannauppgerð í Gundadali. FM1 hevur upptakt fríggjadagin klokkan 17.15, sigur frá fýra dystum og tekur saman um sunnukvøldið.

Víkingur og KÍ eru í góðari gongd í Meistaradeildini og bresta saman í Sarpugerði í annaðkvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur og KÍ eru í góðari gongd í Meistaradeildini og bresta saman í Sarpugerði í annaðkvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-18 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meistaradeildin hjá monnum fer nú at vera komin í helvt, og næstu dagarnar er 14. umfar á skránni.

Byrjað verður fríggjakvøldið klokkan 18.30, tá Víkingur tekur ímóti greipuvinnarunum. Víkingur hevur ikki tapt í landskappingini síðani móti júst KÍ í 4. umfari. Liðið hjá Magnusi Powell er ósigrað á 1. plássi - javnsett við NSÍ.

Júst NSÍ spælir grannauppgerð leygarkvøldið, tá B68 vitjar (klokkan 19). Á pappírinum er ein onnur spennandi uppgerð 20 juni: EB/Streymur tekur ímóti Skála (klokkan 18.30), og bæði liðini vilja renna undan niðurflytingarstrikuni. 

Sunnudagin er grannauppgerð millum B36 á 3. plássi og sperda HB-liðið. AB fer eftir enn einum sigri, tá vitjað verður hjá botnliðnum. Báðir dystirnir sunnudagin 21. juni byrja klokkan 15.

Skráin:

[object Object]
Mynd: FSF

FM sigur frá fríggjakvøldið, frá báðum dystunum leygarkvøldið og úr Gundadali sunnudagin

Vit byrja umfarið klokkan 17.15 í morgin, fríggjadagin. Hetta við beinleiðis sending úr Sarpugerði, har  Jákup Ósa og Geza David Turi eru gestir hjá Rúna á Reynatrøð. Síðani sigur FM1 frá úr Sarpugerði - og sunnukvøldið klokkan 19.30 taka vit samanum umfarið í sendingini 3. hálvleikur 

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder