Í 1989 var B71 á fyrsta sinni í fremstu mansdeildini. Tað árið framdi B71 bragdið og vann FM - trý ár eftir fyrstu uppflytingina úr 3. deild.
Harvið gingu 20 ár frá stovnanini í 1970 (ja, B71 varð ikki stovnað í 1971), har felagið á Sandoynni ikki var í bestu deildini.
Árið eftir FM flutti B71 niður aftur, var skjótt uppi aftur og í seinnu hálvu av 1990'unum og í 2000'unum var tað eitt sindur upp og niður; og javnan botnstríð.
B71 bjargaði sær við einum stigi í 2010, men eftir greiðu niðurflytingina í 2011 gingu 15 ár, til sandoyingar vissaðu sær sæti í fremstu røð.
Í 2016 endaði B71 aftast í 1. deild og var harvið niðri í triðbestu deildini og vendi í 2017. Men seinastu árini hevur tað ofta verið nær við. Nú bragdaði - og tað við manér eisini: Tá sandoyingar vunnu 5-3 á B36 leygardagin, høvdu teir tryggjað sær pláss í Meistaradeildini, hóast heili seks umfør eru eftir í 1. deild.
![]()
![]()
Her fegnast B71'arar, yngri sum eldri, Inni í Dal. Hetta eftir at ein flott uppflyting er tryggjað (Myndir: Sverri Egholm)
Her ber til at lesa hvat FSF hevur skrivað um søguna hjá B71 í sambandi við uppflytingina
Kelda annars: FaroeSoccer
Sí eisini:
Myndir: B71 Millum teir bestu aftur
Suni Herman Petersen: - Tað eg havi arbeitt fyri síðan eg byrjaði at spæla fótbólt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald