Fótbóltur

15 nýggir UEFA B-venjarar

Tey fingu handað prógvini á samkomu á Tórsvølli sunnudagin. UEFA B-venjaraútbúgvingin er m.a. bygd á videogreining, fysiologi, sálarfrøði og taktiska venjing.

Í summar vóru próvtøkurnar á skránni, og sunnudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at hesir 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Í summar vóru próvtøkurnar á skránni, og sunnudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at hesir 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2023-09-14 20:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 10. mars í ár fóru 15 luttakarar, 12 menn og tríggjar kvinnur, undir seinasta partin av UEFA B-venjaraútbúgvingini. Í summar vóru próvtøkurnar á skránni, og sunnudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at hesir 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandandinum skrivar, at talan hevur verið um eitt orkukrevjandi tíðarskeið við felagsfundum, skrivligum uppgávum, umframt vitjan av vegleiðara í egnum felagi. Tilgongdin við øllum B-skeiðunum er væl longri enn nakrar mánaðar.

Millum evnini, ið UEFA B-venjaraútbúgvingin er bygd á, er videogreining, fysiologi, sálarfrøði, taktisk venjing og taktisk orientering. Harafturat hava nógvar venjingar verið á vøllinum.

– Tað hevur verið sera gevandi at fylgt luttakarunum, og tað hevur heilt greitt eisini verið eitt mennandi tíðarskeið fyri tey. Nú er at vóna, at tey gera brúk av útbúgvingini úti í feløgunum, men at tey eisini hava hug at fara víðari á UEFA A-venjaraslkeiðið, tá tað verður aktuelt

Hetta sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, við fsf.fo.

Tey 15 sum nú fingu prógv koma úr nógvum ymiskum føroyskum feløgum. Í løtuni eru 95 venjarar í skrásetingini hjá FSF, ið hava galdandi UEFA B-venjaraprógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder