Fótbóltur

16 tjóðir eftir í HM-kappingini fyri kvinnur

Mest óvæntað er, at Brasil og Týskland ikki megnaðu at spæla seg víðari eftir innleiðandi bólkaspælið.

Týskt vónbrot eftir 1-1 dystin móti Suðurkorea í dag (Mynd: EPA)

Týskt vónbrot eftir 1-1 dystin móti Suðurkorea í dag (Mynd: EPA)

2023-08-03 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsmeistarakappingin í fótbólti fyri kvinnur, sum í hesum døgum verður spæld í Avstralia og Ný Sælandi, er nú komin so langt, at klárt er at fara undir áttandapartsfinalurnar millum 16 av teimum 32 tjóðunum, sum byrjaðu í kappingini.

Og onkur úrslit í innleiðandi bólkakappingunum vóru óvæntað.

Fyri at taka bólkarnar í raðfylgju.

Sveits vann bólk A framman fyri Noreg. Sveits fekk fimm stig og Noreg fýra, líka nógv sum vertslandið Ný Sæland, sum eisini fekk fýra stig, men verri málúrstøku enn Noreg. Filipsoyggjar fingu trý stig.

Noreg tapti fyrsta dystin 0-1 móti Ný Sælandi, spældi javnt 0-0 móti Sveits og vann 6-0 á Filipsoyggjum. Ný Sæland tapti óvæntað 0-1 fyri Filipsoyggjum.

Hin vertstjóðin, Avstralia, vann bólk B við seks stigum. Hitt liðið, ið kom víðari, er Nigeria við fimm stigum, meðan Kanada og Írland við ávikavist trimum og ongum stigi, máttu bíleggja flogferðaseðil heim.

Í bólki C gjørdi Japan bart, og vann allar sínar dystir. Hitt liðið, sum kom víðari, er Spania, sum fekk seks stig, meðan Sambia og Kosta Rika við trimum og ongum stigi, eru liðug í kappingini.

[object Object]Danska Sanne Troelsgaard fegnast um mál í síðsta dystinum móti Haiti (Mynd: EPA)

Í bólki D komu Ongland og Danmark víðari. Ongland vann allar sínar dystir og fekk 9 stig, Danmark fekk 6, Kina 3 og Haiti 0 stig.

Danmark vann fyrst 1-0 á Kina, tapti síðan 0-1 fyri Onglandi og tryggjaði sær víðari luttøku við at vinna 2-0 á Haiti.

Í bólki E komu Niðurlond og USA víðari við ávikavist 7 og 5 stigum. Portugal fekk fýra og Vjetnam onki stig.

Í bólki F gjørdist úrslitið tað sama. Frakland fekk 7 stig, Jameika 5, Brasil 4 og Panama onki. Her kom størsta yvirraskilsið við tað, at sterka tjóðin, Brasil, ikki megnaði at spæla seg víðari. Brasil og Jameika spældu í seinasta umfari, og við javnleiki 0-0, tryggjaði Jameika sær víðari luttøku.

[object Object]Marta heilsar áskoðarunum eftir síðsta HM-dystin hjá henni og Brasil á hesum sinni (Mynd: EPA)

37 ára gamla Marta – fleiri ferðir kosin besti kvinnuligi fótbóltssnillingur – var við á brasilska liðnum. Hetta var hennara fimta HM-endakapping, tað hevur ongin annar fótbóltsspælari klárað. Marta byrjaði á beinkinum í teimum báðum fyrstu dystinum, og kom inn móti endanum, meðan hon byrjaði inni í tí seinasta, og varð skift út móti endanum. Hon skoraði ikki hesaferð, men eigur framvegis metið við 17 málum í HM-endaspælum. Í 177 landsdystum fyri Brasil, hevur Marta skotið 115 mál.

Í bólki G gjørdi Svøríki bart við 9 stigum, meðan Suðurafrika gjørdist hitt liðið, sum kom víðari við 4 stigum. Italia og Argentina komu ikki víðari. Argentina fekk eitt stig, men tað kom heldur óvæntað, at Italia bert fekk trý stig. Svensku sigrarnir í innleiðandi bólkunum vóru 2-1 á Suðurafrika, 5-0 á Italia og 2-0 á Argentina.

Seinastu innleiðandi dystirnir vórðu spældir fyrrapartin í dag, og her hendi tað sera óvæntaða, at Týskland ikki megnaði at spæla seg víðari úr bólki H.

Týskland spældi javnleik 1-1 móti Suðurkorea. Men við tað, at Marokko vann 1-0 á Kolumbia, so gjørdust tað júst hesar báðar tjóðirnar, sum komu víðari. Kolumbia og Marokko endaðu á seks stigum, Týskland fekk fýra, meðan Suðurkorea fekk eitt stig.

1/8-finalurnar

Sostatt komu átta lið úr Evropa, trý úr Afrika og eitt Asia, Karibia, Suðuramerika, Norðuramerika og Oseania víðari úr innleiðandi bólkaspælinum.

Fyrstu áttandapartsfinalurnar verða spældar leygardagin: Soleiðis hittast londini:
5. august: Sveits móti Spania og Japan móti Noregi
6. august: Niðurlond móti Suðurafrika og Svøríki móti USA
7. august: Ongland móti Nigeria og Avstralia móti Danmark
8. august: Kolumbia móti Jameika og Frakland móti Marokko

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 11. og 12 august, hálvfinalurnar 15. og 16. august og finalan 20. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder