Hondbóltur

167 ungdómar til leikaramenning

Ungu hondbóltsleikararnir fáa m.a. venjing í hondbólti og styrki.

2018-11-05 14:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ársins fyrsta leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri hondbóltsleikarar føddir í 2004 og 2005. Heili 167 ungdómar luttóku.

Leikaramenningin hesaferð vardi í tveir dagar, har skipað varð fyri hondbóltsvenjing, styrkivenjing, fyrilestri, hugna og náttarvisti.

Hondbóltsfelagið VÍF hýsti leikaramenningini, skrivar Hondbóltssambandið.

Tvær ferðir um mánaðin verður leikaramenning. Leygardagin verður leikaramenning fyri børn fødd í 2006.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder