26. september var eykaaðalfundur í Svimjisambandi Føroya við eittans máli á skrá: at velja nýtt forfólk.
Á fundinum var semja um at velja Anniku Olsen sum nýtt forfólk. Av tí at Annika Olsen sat sum starvsnevndarlimur frammanundan varð neyðugt at velja eitt starvsnevndarumboð í hennara stað, sum bleiv Óli Mortsensen.
Virkandi forfólkið, Alvi Hjelm, sum hevur sitið síðani apríl fer aftur í sín sess sum næstforfólk, skrivar Svimjisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald