
Fult umfar er á skránni í Betri-deildini hjá kvinnum í dag. Talan er um 16.umfar, og nú fimm umfør resta í er spenningurin stórur.
EBS/Skála vann greipuna í fjør, vann spennandi steypafinaluna á Tórsvøll seinast í august, og liggur væl fyri til at tryggja sær fjórða steypið á rað. Tað eru tó bert tvey stig, ið skilja felagsliðið og KÍ, og HB er sannliga við í FM-stríðnum enn.
Í dag hittast tvey tey ovastu liðini við Djúpumýru. Í fjør tók EBS/Skála FM frá KÍ, og hesi liðini kunnu koma at dystast um tað til seinasta dag aftur í ár. EBS/Skála hevur møguleika at økja um leiðsluna, meðan KÍ kann vera oddalið eftir dagsins umfar.
Hjá KÍ er á ein hátt meira trýst á í dag, tí tað eru tvey stig upp í løtuni, og KÍ hevur heimavøll. Liðini hittast aftur 11.oktober, tá EBS/Skála tekur ímóti.
Í 4. umfarið vann KÍ heili 4-0, tá greipuvinnarin var á vitjan, men við Margáir tíggju dagar seinni var EBS/Skála omaná og vann 1-0.
HB hevur møguleikan at koma uppá javnt við KÍ, minka um frástøðuna til EBS/Skála, ella til bæði liðini, ið eru omanfyri í løtuni. Talan er als ikki um ein lættan dyst hjá HB í Gundadali í kvøld; ÍF/Víkingur hevur spælt nógvar tættar dystir móti ovaru liðunum í ár.
B68 tekur ímóti B36 í einum sonnum botndysti. Liðini hava fingið síni stig í ár við at spæla javnt móti hvør øðrum tvær ferðir. Seinnapartin leita bæði liðini eftir sínum fyrsta sigri á Svangaskarði.
16.umfar:
12.30: KÍ - EBS/Skála
15.00: B68 - B36
17.30: HB - ÍF/Víkingur
Støðan undan dagsins dystum:
1. EBS/Skála 39 stig
2. KÍ 37 stig
3. HB 34 stig
4. ÍF/Víkingur 18 stig
5. B36 2 stig
6. B68 2 stig
Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald