Stórur spenningur er í fótbóltsheiminum, nú vit eru á gáttini til enn eitt stórt endaspæl. EM-endaspøl hava givið nógvar stórar løtur og millum annað heilt óvæntaðan vinnara fleiri ferðir: Kekkoslovakia í 1976 og serliga Danmark í 1992, umframt Grikkaland í 2004.
16 EM-endaspøl hava verið hjá monnum síðani 1960. Flest sigrar eiga Týskland og Spania, sum hava lyft steypið tríggjar ferðir hvør. Týskland/Vesturtýskland hevur verið í flest finalum (6) og er hjá flestu veddingarfyritøkum triðstørsti favoritturin hesaferð.
Tað er tó ikki eins stórar vónir til týskarar, sum til fleiri av undanfarnu endaspølunum. At Týskland er so mikið langt uppi millum favorittarnar hongur mest saman við, at talan er um vertstjóðina. Um eitt stórt fótbóltsland hýsir, er tað óvanligt, at hetta ikki kemur langt.
Hóast eitt á pappírinum sterkt lið, og Japan og Kosta Rika í bólkinum afturat Spania, kom Týskland heldur ikki víðari úr bólki sínum til HM 2022 (Mynd: EPA)
Sí eisini: EM: Tíggju vertsbýir í Týsklandi
Talan er eisini um eitt týskt lið við einari rúgvu av dugnaligum spælarum - serliga á miðvallara- og vongplássunum. Toni Kross tekur eisini ein seinasta dans fyri Týskland, og slíkt kann gera mun. HM 2022 var aftur ein vanlukka fyri týskarar, sum fóru út úr bólkaspælinum annað HM-endaspælið á rað. Púra óhoyrt fyri stoltu fótbóltstjóðina, sum ikki kom longur enn 1/8-finaluna í EM 2021.
Tá var Ongland ov sterkt á Wembley. Júst Ongland er, saman við Fraklandi, frammanfyri Týsklandi á listaum yvir EM-favorittar. Portugal og Spania eru eisini í topp-fimm hjá flestu veddingarfyritøkum. Verandi meistararnir Italia verða ikki mettir so høgt, og eru "outsidari" saman við millu annað Belgia og Niðurlondum.
Hetta er triðja EM-endaspælið við 24 liðum, har tvey lið úr hvørjum bólki, umframt fýra teir bestu trý'ararnir koma víðari til áttandpartsfinalurnar.
Týskland skal royna at byrja væl á heimavøllinum hjá Bayern München í kvøld. Skotland skal royna at órógva týsku veitsluna - lagið á mælsku skotunum undan dystinum í Suðurtýsklandi er sanniliga gott. Byrjanardysturin er tann einasti, sum er á skránni í kvøld. Nú byrjar tað: Ein mánaði við fótbólti á høgum stigi í Týsklandi - fyri alt fótbóltsevropa og fleiri afturat kring heimin.
Skotar hugna sær í gøtunum í München í dag (Myndir: EPA)
Bólkur A:
Í dag, fríggjadagin 14.06
20.00: Týskland - Skotland
Í morgin, leygardagin 15.06
14.00: Ungarn - Sveis
Sí eisini: Her eru dystirnir í fyrsta umfarinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald