Fótbóltur

EM: Tíggju vertsbýir í Týsklandi

Allir teir tíggju leikvallirnir hava pláss fyri fleiri enn 46.000 áskoðarunum. Byrjanardysturin verður í München fríggjakvøldið.

Olympiastadion í Berlin hýsir beint yvir 70.000 áskoðarum. Seks dystir skulu spælast her næsta mánaðin - millum annað EM-finalan (Mynd: EPA)

Olympiastadion í Berlin hýsir beint yvir 70.000 áskoðarum. Seks dystir skulu spælast her næsta mánaðin - millum annað EM-finalan (Mynd: EPA)

2024-06-13 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskland er fyri aðru ferð einsamalt vertsland til eitt EM-endaspæl. Í 1988 var tað sum Vesturtýskland, har átta leikvallir hýstu dystunum. Tá vóru bert átta lið við til EM.

Berlin kundi ikki hýsa tá vegna spentu støðuna millum eystur og vestur. Nú verður olympiski leikvøllurin í týska høvuðsstaðnum nýttur sum finaluleikvøllur.

51 dystir skulu spælast, og samanlagt eru tíggju flottir og stórir leikvallir. Allir lúka væl og virðiliga treytirnar fyri áskoðarapláss. Til EM-endaspøl er hetta 30.000.

Teir tíggju leikvallirnir til EM-endaspælið:
Berlin: Olympiastadion (Beint yvir 70.000 pláss)
München: Allianz Arena (Beint yvir 66.000 pláss)
Dortmund: Westfalenstadion: (Umleið 61.500 pláss)
Stuttgart: MPH Arena (Umleið 51.000 pláss)
Hamburg: Volksparkstadion (Umleið 50.000 pláss)
Gelsenkirchen: Arena Auf Schalke (Beint undir 50.000 pláss)
Frankfurt: Waldstadion (Beint yvir 48.000 pláss)
Köln: RheinEnergieStadion (Umleið 47.000 pláss)
Leipzig: Red Bull Arena (Umleið 46.600 pláss)
Düsseldorf: Merkur Spiel-Arena (Beint yvir 46.000 pláss)

Býurin við minsta leikvøllinum, Düsseldorf, er tann einasti av teimum tíggju, ið ikki eisini var vertsbýur til HM-endaspælið í 2006. Talan var um eitt endaspæl, ið eydnaðist ógvuliga væl.

Stórir býir við stórum leikvallum sum Hannover, Nürnberg, Kaiserslauter, Bremen og Mönchengladbach sluppu ikki framat.

[object Object]Allianz Arena í München har alt byrjar í morgin (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder