Annað

19 nýggir venjarar fingið prógv

23. og 24. oktober skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Havn.

2021-11-01 13:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ÍSF: Vikuskiftið 23. og 24. oktober skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Havn. 19 fólk luttóku a skeiðnum, og hesi fingu handa prógv tá, skeiðið var liðugt.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egnað til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Undirvísari var Heri Ziska. Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn

ÍSF leggur stórna dent á at tilboðini til tey børn og ung í Føroyum, skulu verða á so høgum støði sum gjørligt, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.

ÍSF vil tí, í samstarvi við sambond og feløg, vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Seks ymiskar ítróttagreinar vóru umboðaðar á skeiðnum, tær vóru; Svimjing, hondbóltur, taekwondo, frælsur ítróttur, kurvabóltur og flogbóltur. Umframt hetta var eisini onkur ítróttalærari frá fólkaskúlanum við á skeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder