Fótbóltur

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

Hósdagin 6. juni fingu 19 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv á hátíðarløtu á Svangaskarði.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-06-17 14:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Vit vóru spentir at byrja hesa nýggju útgávuna av B4, sum er blivin meira tíðarkrevjandi. Tað er sjálvandi altíð okkurt, sum vit kundu hugsað okkum at gjørt betri til næstu ferð. Men samumtikið eru vit sera væl nøgdir við skeiðið, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Hósdagin 6. juni fingu 19 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv á hátíðarløtu á Svangaskarði. Skeiðið byrjaði 9. mars, og síðani vóru próvtøkurnar síðsta í mai. Í hesum tíðarskeiði hava luttakararnir møtt á sjey felagsfundum, umframt at teir hava havt vitjanir av vegleiðara, ið hevur eygleitt teir í tí felag, har teir hava virkað sum venjarar.

Hetta er fyrsta B4-venjaraskeið, ið hevur verið á skránni, síðani skeiðið varð endurskoðað í vetur. Nú er skeiðið 60 tímar, í mun til 40 tímar undanfarin ár.

- Tíðarskeiðið var intenst við felagsfundum, vitjanum og skrivligum uppgávum. Men vit hava fingið góðar afturmeldingar frá luttakarunum, sum siga seg hava fingið væl burtur úr, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Teir 19. ið fingu UEFA B-venjaraprógv hesaferð, eru Jógvan Heinesen, Rói Jacobsen, Rógvi Poulsen, Magni Johannesen, Vinjard Johansen, Jónstein Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Rúni Klein Joensen, Christian Høgni Jacobsen, Rúni Rasmussen, Ransin N. Djurhuus, Eli Hultgren, Benjamin Tvørfoss, Sigtór Petersen, Jákup Mortensen, Andre Olsen, Atli Gregersen, Jákup Andrias Gaardbo og Ólavur Mikkelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder