Fótbóltur

2-1 ósigur: Tamur venjingardystur í Vilnius

Føroyska liðið stóð seg tó væl í 2. hálvleiki, eftir skiftingarnar, men hótti tó ikki leiðsluna hjá Litava heilt, hóast Gunnar Vatnhamar fekk sítt fyrsta landsliðsmál í yvirtíðini.

2020-11-11 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til seinasta dyst, sum var á heimavølli móti Andorra, vóru níggju broytingar í byrjanaruppstillingini. Tríggir leikarar spældu sín allarfyrsta landsdyst, og Heðin Hansen byrjaði inni á fyrsta sinni. HB-miðverjan stóð seg í høvuðsheitinum væl, sera fáir málmøguleikar vórðu givinir, tó at tað ikki varð dekkað ordliga upp við seinna málið, meðan Magnus Holm og Hilmar Leon ikki gjørdu stórliga vart við seg ígjgnum dystin, uttan tað at teir stríddust væl og Hilmar Leon kastaði langt og vann onkur fríspørk. Men í yvirtíðini vísti maðurin, sum í januar spældi á A-landsliðnum í hondbólti, síni kynstur, tá hann kastaði seg afturá og saksaði eitt innlegg frá Brandi Henrikssyni móti málinum. Bólturin rakti tvørtræðið, innskifti Gunnar Vatnhamar fylgdi upp, stútaði umvegis stongina í málið, og so var 2-1.

Fleiri leikarar vóru eisini, sum ikki heilt eru í dystarvenjing. Bakkarnir spæla ikki nógv í sínum feløgum, og Gilli Rólantsson gjørdi eisini nógv fríspørk móti kvika vinstra vonginum hjá Litava. Viljormur Davidsen var liðformaður í fyrra hálvleiki - hann fór út í hálvleikinum, so at Ári Mohr Jónsson fekk møguleikan fyri fyrstu ferð undir nýggja toyminum, og hann kom við nøkrum frameftir. Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalstovu hava ikki spælt í eina tíð, tí íslendska kappingin endaði orsakað av korona. Gunnar var ikki veruliga noyddir at gera bjargingar í kvøld, men kom skeivt út til innleggið í samband við 2-0 málið, og so var lætt hjá Sirgedas at skora sítt seinna mál.

Føroyska liðið fekk ikki tingini at hanga saman í spælinum í 1. hálvleiki. Til tað var liðið ov nýtt og ikki nóg væl fyri. Eitt heilt gott gjøgnumspælt álop var, ið endaði við, at litavar akkurat fingu ruddað eitt innlegg frá Kaj Leo burtur. Gøtumaðurin fekk allar 90 minuttirnar og royndi ymiskt, men var ikki heilt so skarpur í øllum atgerðunum á seinasta triðinginum, tó at hann var við til at skapa nakrar støður.

Litavar skoraðu tvey skjót mál fyri hálvleiki. Annars hevði leikliga yvirvágin ikki ført til so nógv uttan skot í trýstum støðum, ið ikki rakti málið. Fimm minuttir fyri hálvleik fingu okkara tó ikki ruddað eitt innlegg úr høgru burtur, eitt skot varð blokerað, bólturin datt til Sirgedas, ið var púra fríur. Løtu seinni kom hitt umtalaða málið aftaná innlegg. Leikferðin var annars ikki høg, og tað merkist týðiliga, at talan var um ein venjingardyst.

Í 2. hálvleiki komu millum annað Brandur Hendriksson og Hallur Hansson á vøllin. Hetta broytti spælið munandi hjá Føroyum, ið fingu yvirvág og nakrar fínar støður. Dan í Soylu gjørdi eisini mun sum ein áleypari, ið leitaði aftur í millumrúmið. Brandur og Hallur verða ikki við í dystinum í Lettlandi leygardagin - teir hava leikbann - og hetta fer at merkjast væl hjá føroyska liðnum. Jóan Símun Edmundsson manglar eisini. Leygardagin verður Jóannes Bjartalíð tó helst við - klaksvíkingurin varð heilt spardur í dag.

Samanumtikið var tað fínt hjá nógvum ymsum leikarum at fáa roynt seg, men tað varð ongantíð ein spennandi fótbóltsdystur at hyggja eftir. Føroyingarnir stríddu seg tó - og spældu seg - inn í dystin aftur í 2. hálvleiki, har litavar tó ikki tyktust at vera heilt í gervi. Nú gongur leiðin hjá landsiðnum við bussi til Riga. Túrurin tekur tríggjar tímar, og leygardagin eru stig uppá spæl, tá Føroyar spæla.


Venjingardystur

LFF Stadium, Vilnius - 11/11
Litava - Føroyar 2-1 (2-0) 
42' Gratas Sirgedas 1-0
45' Gratas Sirgedas 2-0
92' Gunnar Vatnhamar (Hilmar Leon Jakobsen) 2-1



Føroyar (4-4-2): 
Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen (61' Jóannes Kalsø Danielsen), Bartal Wardum, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen (46' Ari Mohr Jónsson) - Sølvi Vatnhamar (46' Gunnar Vatnhamar), Magnus Holm Jacobsen (57' Brandur Hendriksson), Rógvi Baldvinsson (61' Hallur Hansson) og Kaj Leo í Bartalsstovu - Meinhard Egilsson Olsen (46' Dan í Soylu) og Hilmar Leon Jakobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder