Fótbóltur

2-1 til KÍ: Ein sera undirhaldandi fyrri hálvleikur

KÍ er ein mann í yvirtali, nú farið er til hálvleiks. Reytt kort til Banja Luka, VAR støður og trý mál. Tað borgar fyri undirhaldsríkum fótbólti á Tórsvølli.

Dómarin, Marek Radina, vísur her Sebastián Herera reytt kort, fyri leik, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur. (Mynd: Sverri Egholm)

Dómarin, Marek Radina, vísur her Sebastián Herera reytt kort, fyri leik, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-08 18:48 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ liðformaðurin, Páll Klettskarð, legði KÍ á odda longu eftir 10 minuttir. Tá ein hálvur tími var farin, skoraði Banja Luka til 1-1.

Beint sum KÍ fer í álop, var Jóannes Kalsø Danielsen feldur, í høgra horninum á brotsteigarmarkinum hjá gestaliðnum. Dómarin, tjekkiski Marek Radina, gevur Sebastian Herera fyrst gult kort, men VAR vognurin bað hann kanna støðuna nærri. Hann fer tá, eftir at hava endurskoðað støðuna, og broytir gula kortið til reytt kort.

Banja Luka fær lítlan møguleika til álopsspæl, men onki spurdist burturúr.

Tá 36 minuttir vóru spældir, setti Kristoffer Ødemarksbakken bóltin snilt í handaru netsíðu, til 2-1 til KÍ. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Beint eftir málið skifti KÍ Heina Vatnsdal út, og inn kom 22 ára gamli Børge Petersen.

Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
18:00 KÍ - Borac Banja Luka 

Portalurin er til staðar á Tórsvølli og hevur ymiskt tilfar undir og eftir dystin. Undir dystinum hava vit live-blogg og gera vit eisini samrøður eftir dystin. Kringvarp Føroya vísur dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder