Hondbóltur

20-14 til Týskland í hálvleikinum

Góð byrjan av dystinum – men tað gjørdist tyngri sum fyrra hálvleikur leið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 20:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar fingu eina góða byrjan í dystinum í Westfahlen halle í Dortmund í kvøld. Yvirraskandi elementið í føroyska spælinum var, at Føroyar tóku málverjan út longu í allarfyrsta álopi og spældi 7 móti 6 tað mesta av hálvleikinum.

Ikki fyrr enn heilt móti endanum av hálvleikinum, sendi Claus Mogensen, landsliðsvenjari málverjan innaftur í álopsspæli.

Føroysku kvinnurnar megnaðu at fylgja við teimum nakað væl størri týsku leikarunum. Stundum vóru Føroyar eisini frammanfyri.

Javna spæli helt sær til út móti hálvan hálvleik, so tóktust snildu týskararnir at hava lisið føroyska spælið av, og tóku seg framum og øktu skapuliga og støðugt um leiðsluna.

Tendringin hjá føroysku kvinnunum, sum var eyðsæð í byrjanini av dystinum dalaði, sum hálvleikurin leið, og so var eisini við viljanum at bróta seg ígjøgnum stinnu týsku verjuna.

Støðan í hálvleikinum er nú 20-14. Seks mál er nógv. Og týskarar hava bóltin í fyrsta álopi í øðrum hálvleiki, og hava harvið møguleikan fyri at leggja seg fram um við 7.

Hesir næstu 30 minuttirnir verða tungir hjá djørvu føroysku kvinnunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder