Tað er "tað góða gamla". Og nakað sum er heldur óvanligt nú: At allir fimm dystirnir í einum umfari í Betrideildini byrja klokkan 15 ein sunnudag.
20. umfar, sunnudagin 27. august:
20 | 27-08-2023 | - | ||||
20 | 27-08-2023 | - | ||||
20 | 27-08-2023 | - | ||||
20 | 27-08-2023 | - | ||||
20 | 27-08-2023 | - |
Talva: Faroesoccer
Støðan:
1. KÍ 49 stig *
2. HB 44 stig
3. B36 43 stig
4. Víkingur 36 stig
5. 07 Vestur 30 stig
6. EB/Streymur 19 stig *
7. TB 15 stig
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
* Ein dyst færri
Talan verður um torførar uppgávur hjá liðunum í niðaru hálvu, sum spæla móti liðum, ið hava nógv fleiri stig enn tey.
Kanska mest spenanndi dysturin á pappírinum er tann í Sørvági. 07 Vestur vann við máli í seinastu løtu, tá vitjað varð á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani. Tað endaði 1-1 millum liðini á Dungasandi tíðliga í ár. Liðið hjá Jákupi á Borg hevur havt torført við at skava stig saman - 07 Vestur hevur ikki tapt eftir summarsteðgin, kappast um evropeiskt pláss og hevur nú Magnus Holm Jacobsen í hópinum aftur.
EB/Streymur tevjar kanska blóð. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur vunnið tveir dystir á rað og skorað sjey mál í hesum báðum dystunum móti AB. KÍ hevur eitt stig tveir teir seinastu dystirnar, hevur Europa League á skránni eisini, størri trýst á sær og fer helst at spara nakað í dag. Tað endaði 1-0, tá EB/Streymur vitjaði í Klaksvík fyrst í apríl.
KÍ skal royna at standa ímóti avbjóðingini frá EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)
Stóru høvuðsstaðarfeløgini jagstra KÍ og hava heilt hvør sína leið á útivøll í dag. HB spælir á Argjum, meðan B36 er í Suðuroynni. Higartil í ár er tað 9-0 samanlagt til HB móti AB, og hevur liðið hjá Jákup Martin Joensen skorað eina rúgvu av málum eftir steðgin. B36 vann 4-0, tá TB vitjaði fyri tveimum vikum síðani, men tað kann sjálvandi gerast ein heilt øðrvisi dystur við Stóra. TB hevur, sum einasta liðið, ikki fingið nakað stig í seinnu hálvu.
Í Fuglafirði er grannauppgerð. Víkingarnir fara stuttu leiðina um Varmakeldueið og skulu royna at leingja sigursrøð sína til seks dystir. Tað endaði 5-0 í Sarpugerði, síðst liðini spældu móti hvørjum øðrum, men 0-1 í Fløtugerði í apríl har Víkingur skoraði í 89. minutti. Hesar uppgerðirnar kunnu liva sítt egna lív.
Víkingur avgjørdi seint í dystinum móti, tá liðið vitjaði í Fuglafirði síðst (Mynd: Sverri Egholm)
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara - í samstarvi við dystir.fo. Televarpið vísir eisini dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald