Fótbóltur

07 Vestur sló aftur til í yvirtíðini

Hesaferð var tað Oddur Petersen, ið skoraði, og talan var um søtan 3-2 sigur á Svangaskarði. Topp-fýra stríðið livir, meðan B68 er í áleið somu støðu í botnstríðnum.

Oddur Petersen (fremst til vinstru) skoraði avgerandi málið í 3-2 dystinum. Høgi Eiler Fróðason í miðjuni legði upp (Mynd: jn.fo)

Oddur Petersen (fremst til vinstru) skoraði avgerandi málið í 3-2 dystinum. Høgi Eiler Fróðason í miðjuni legði upp (Mynd: jn.fo)

2023-08-13 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 18. umfari í Betrideildini gjørdist ógvuliga dramatiskur og undirhaldandi og varð hann ikki avgjørdur fyrrenn í yvirtíðini. Bæði liðini brendu eisini hvør sitt brotsspark.

Mohammed Samba legði út við góðum fluktara í 24. minutti eftir innlegg úr vinstru, men fýra minuttir síðani javnaði Teitur Olsen við stútara eftir innlegg úr høgru. Beint fyri steðgin misnýtti Uros Stojanov brotsspark:

Serbiski áleyparin gjørdi tað gott aftur eftir ein tíma, tá hann setti høvdið á góðan bólt frá Mathiasi Voss, sum aftur hevði næstseinasta fótin á hjá 07. Tíggju minuttir seinni javnaði Jørgen Nielsen fyri heimaliðið við góðum skoti eftir flatt og hart innlegg frá Fríða í Túna Petersen.

Jørgen var tó maðurin, ið brendi brotsspark í 79. minutti, tá B68 kundi avgjørt dystin: Ari í Haraldsstovu Petersen las rætt, og bjargaði harvið lættliga. 

Framvegis 2-2 og dysturin bylgjaði aftur og fram. Bæði liðini fóru hart eftir sigrinum, og í yvirtíðini snittaði innskifti Eiler Fróðason - ið tryggjaði 07 Vestur javnleik móti B36 mánadagin - víðari til Oddur Petersen. Sørvingurin við stóra gjøgnumbrotinum í ár var ísakaldur, og so kundu teir í 07 Vestur leguni stórfegnast annan dystin á rað heilt seint.

07 Vestur hevur nú 29 stig, og sambandið við Víkingi er framvegis har - B68 er í somu støðu í botninum sum áðrenn umfarið, uttan tað at EB/Streymur er farið framvið.


Betrideildin 18. umfar

Sunnudagin 13.08

B68 - 07 Vestur 2-3 (1-1)
24' Mohammed Samba (Bárður Ólavsson Jensen) 1-0
28' Teitur Olsen (Mathias Voss) 1-1
61' Uros Stojanov (Mathias Voss) 1-2
71' Jørgen Nielsen (Fríði í Túni Petersen) 2-2
90 (+3)' Oddur Petersen (Eiler Fróðason) 2-3


Sí meira her

B36 - TB 4-0 (2-0)
29' Valerijs Sabala (Mattias Hellisdal) 1-0
45' Magnus Egilsson 2-0
74' Magnus Egilsson (br.) 3-0
90' Carl Mikkelsen (Taufee Skandari) 4-0

ÍF HB 2-7 (0-5)
1' Áki Samuelsen (Ari Mohr Jónsson) 0-1
6' Adrian Justinussen (Viljormur Davidsen) 0-2
18' Mikkel Dahl (Adrian Justinssen) 0-3
23' Adrian Justinussen (Mattias Præst Nielsen) 0-4
36' Dan í Soylu (Ari Mohr Jónsson) 0-5
57' Jhon Mena Perez 1-5 
60' Hans Jákup Lervig 2-5
72' Adrian Justinussen, br. 2-6
77' Dan í Soylu 2-7

Reytt kort: Jan Ellingsgaard (72')

Í gjár, leygardagin 12.08
 
AB- EB/Streymur 1-3
6’ Brian Jacobsen (Filip í Liða) 1-0
24’ Filip Djordjevic (Steven Van Dijk) 1-1
84’ Rani Hansen (Mikkjal Hellisá) 1-2
90’ (+2)’ Niklas Kruse (Markus J. Hellisdal) 1-3

Les eisini: EB/Streymur stríddi seg longur burtur frá strikuni

Fríggjakvøldið 11.08
Víkingur - KÍ 2-1 (2-0)
11' Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-0
15' Poul Kallsberg 2-0
75' Páll Andrasson Klettskarð (Patrick Da Silva) 2-1

Les eisini: Víkingur støðgaði sigurrøðini hjá KÍ við søtum sigri

Støðan:

1. KÍ 48 stig *
2. HB 41 stig
3. B36 40 stig
4. Víkingur 33 stig 
5. 07 Vestur 29 stig 
6. EB/Streymur 16 stig *
7. TB 15 stig 
8. B68 14 stig 
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder