Fótbóltur

Víkingur støðgaði sigursrøðini hjá KÍ við søtum sigri

Fyrsta Betrideildartapið hjá KÍ í ár og í 46 dystum gjørdist veruleiki í Sarpugerði, har ungu vengurnir hjá Víkingi tryggjaðu trý umráðandi og flott stig og fyrsta sigurin á KÍ har í nærum tíggju ár.

Páll Klettskarð var aftur á vøllinum og minkaði um munin, men Vìkingur var omaná og vann 2-1 í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð var aftur á vøllinum og minkaði um munin, men Vìkingur var omaná og vann 2-1 í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-11 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er í gongd við eitt langt evropeiskt ævintýr, men í sínum fyrsta dysti í Betrideildini eftir summarsteðgin, kom liðið hjá Magna Hoseth av álvara niður á jørðina aftur. Undan kvøldsins uppgerð hevði KÍ vunnið allar sínar 16 dystir í landskappingini í ár og ikki tapt í Betrideildini síðani oktober 2021 - í 45 dystir á rað. Harumframt hevði felagið úr Klaksvík ikki tapt í Sarpugerði síðani á heysti 2013 og fyri Víkingi í landskappingini í 2018. Alt hetta gjørdi Víkingur væl og virðiliga upp við í kvøld við sterkum avriki og fult uppibornum sigri á annars suverena oddaliðnum.

Tað var annars KÍ, ið var betri allarfyrstu løtuna. Útgávan í kvøld var í ljósagrønum blusum, har Deni Pavlovic hevði leikbann, og Jákup Biskopstø Andreasen, Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Heini Vatnsdal og Jóannes Kalsø Danielsen vórðu spardir eftir harða dystin á Tórsvølli týskvøldið - síðstnevndi kom inn heilt móti endanum. Menn sum ikki hava spælt so nógv í seinastuni, vóru tó til reiðar at avloysa frá byrjan: Patrick Da Silva, Mads Boe Mikkelsen, Sivert Gussiås, Óli Eyðsteinsson Poulsen og Børge Petersen var aftur í miðverjuni.

Broyting var eisini i KÍ-málinum, har Markus Olsen Petterson avloysti nú víðagitna svian Nils Jonathan Johansson. Eftir eitt korter hevði norðmaðurin latið tvey mál inn. Víkingur vísti skjótt tenn, og eftir tíggju minuttir skoraði heimaliðið flott mál. Hartarbeiðandi miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard legði væl innfyri úr høgru, Olaf Bárðarson rann rætt afturum verjuna og setti fótin perfekt á.

Víkingur gagnnýtti viðráki og trýsti KÍ. Fimm minuttir seinni kom frísparksinnlegg úr vinstru, Odmar Færø og Vegard Forren samdust ikki um, hvør skuldi rudda, síðani royndi Børge at rudda, men bólturin var framveigis í brotsteignum og endaði hjá Poul Kallsberg, ið var avgjørdur og smekkaði bóltin í KÍ-málið: 2-0 og Champions League-liðið var kroyst. 20-ára gamli strandingurin spældi sín helst besta dyst fyri Víking higartil og var sera avbjóðandi og vísti áræði.

[object Object]
Olaf Bárðarson sló til tíðliga í dystinum...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Víkingur koppaði KÍ í steypafinaluni í fjør og vísti aftur í dag við góðum blandingi av eldri og yngri, fyri stóran part lokalum, kreftum, umframt stórum áræði (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gjørdu teir sum heild á heimaliðnum gjøgnum dystin. Hóast KÍ hevði løtur, har spælið fleyt fínt, og yvirvág var, so tyktist Víkingur at hava gott tamarhald á dystinum. Tað munaði sjálvandi, at Sølvi Vatnhamar var aftur á álopskenda miðvøllinum, og tað eydnaðist væl at leggja høgt trýst á KÍ og stressa teir grønu at gera mistøk. Hartarbeiðandi Finnur Justinussen burdi eisini havt skorað til 3-0 og harvið avgjørt, tá tjúgu minuttir vóru eftir, men áleyparin skeyt framvið. Ístaðin kom veruligur spenningur í dystin aftur.

Magne Hoseth hevði skift leikskipan til 4-4-2 til 2. hálvleik og sett Páll Andrasson Klettskarð inn til sín fyrsta dyst í beint yvir teir mánaðir, og tá eitt korter var eftir minkaði toppskjúttin í Betrideildini um munin við stútara, eftir at Da Silva hevði lagt væl innfyri úr vinstru, og so var av álvara spenningur í. 

Meira broddur var á KÍ í løtum í 2. hálvleiki, men nærri komu føroyameistararnir tó ikki, og tað sást, at hetta merkti nógv fyri víkingar. Í fleiri dystum í ár hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen ikki fingið úrttøku, í mun til dystarmynd og málmøguleikar, men nú eydnaðist at koppa oddaliðnum og at vinna sera týdningarmikil stig í stríðnum evropeisk pláss/heiðursmerki.

[object Object]
Nakað av høvuðbrýggj hjá Magna Hoseth og hinum í KÍ-leguni, ið tó nú bert skulu hugsavna seg um avgerandi Champions League-dystin í Molde (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Talan var um ein undirhaldandi dyst við nógvari ferð, har tað gekk aftur og fram. Gamaní var KÍ-liðið heldur merkt av, at men hevur spælt tungar dystir, at nógvar  broytingar vóru, summir spælarar ikki heilt vóru í rútmu o.s.fr, og skerpni og hugsavningin vantaði kanska í summum førum. Sigurin og dysturin er tó Víkingi til æru. Heimaliðið vísti seg ógvuliga væl fram, og í Klaksvík kunnu so nógvar undanførslur finnast fram sum man vera vil: Hetta er veruleikin nú, og hóast KÍ veruliga royndi, so vóru teir í ljósabláum bara tað meira skarpir og omaná á degnum.

Fyrsta tapið hjá Magna Hoseth og Daniel Berg Hestad í Betrideildini, og fyrsta landskappingartap hjá Árna Frederiksberg síðani hann kom til KÍ - í yvir 65 dystum. Hann hevði leikbann móti HB í 2021, tá KÍ tapti á Tórsvølli; í dag varð Champions League-toppskjúttin skiftur út um miðjan 2. hálvleik fyri at spara hann.

Tíggju stig eru niður til HB á 2. plássi. KÍ skal sunnukvøldið til Molde at royna at gera arbeiði í 3. umfari í Champions League liðugt. Víkingur hevur nú vunnið fýra dystir á rað og hevur sett seg væl á 4. plássi men hyggur nú helst uppeftir.

Betrideildin 18. umfar
Fríggjakvøldið 11.08
Víkingur - KÍ 2-1 (2-0)
11' Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-0
15' Poul Kallsberg 2-0
75' Páll Andrasson Klettskarð (Patrick Da Silva) 2-1

Sí meira um dystin her - á dystir.fo

Støðan:
1. KÍ 48 stig 
2. HB 38 stig 
3. B36 37 stig 
4. Víkingur 33 stig *
5. 07 Vestur 26 stig 
6. TB 15 stig 
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig **
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig

Ein dyst fleiri
** Ein dyst færri




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder