Fótbóltur

EB/Streymur stríddi seg longur burtur frá strikuni

AB legði seg á odda tíðliga á Argjum, men long útspark hjá leigaða málverjanum, mál frá innskiftum spælarum og Filip Djordjevic gjørdust avgerandi fyri liðið hjá Sigfríði Clementsen.

Fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í ár á útivølli er veruleiki, og hann sendi liðið á eitt 6. pláss. Fýra stig eru niður til strikuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í ár á útivølli er veruleiki, og hann sendi liðið á eitt 6. pláss. Fýra stig eru niður til strikuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-12 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 18. umfari í Betrideildini hjá monnum hevur verið á skránni seinnapartin. Talan var um botndyst á Argjum.

Heimaliðið byrjaði betur, og eftir gjøgnumbrot í høgru og hart innlegg frá Filipi í Liða fekk Brian Jacobsen beint bóltin í málið hjá EB/Streymi. Hetta var fimta málið hjá Briani seinastu seks dystirnar. 

Málið kom longu eftir seks minuttir. Bólturin fór framvið Steven van Dijk. EB/Streymur hevði leigað niðurlendska eykamálverjan hjá 07 Vestur, tí Jóannes Davidsen er knæskaddur. Ein av sereginleikunum hjá Steven er longu útsparkini, og í 24. minutti gyppaði hann, bólturin fór himmalhøgt, sprakk tætt við brotsteigin hjá AB og snýtt Antonio Borelli. AB-málverjin var ikki nóg árvakin, men tað var Filip Djordjevic, ið sprintaði framvið og sendi bóltin seinasta pettið í tíma málið. 

Van Dijk og hansara vinstra bein spældu eisini ein leiklut, tá EB/Streymur legði seg á odda. Hetta var ikki fyrrenn sjey minuttir vóru eftie av dystinum. Langt útspark gav AB-verjuni høvuðbrýggj, fríspark og í aðru atløgu legði Filip væl inn til aftaru stong, har miðverjin Mikkal Hellisá hegnisliga fann Rana Hansen. Staddur mitt fyr málið og púra fríur setti innskifti gøtumaðurin vinstra beinið á: 1-2.

AB hevði annars hótt stutt áðrenn, og serliga Marius Kryger Lindh, sum einaferð rakti stongina. EB/Streymur dró tó longra stráðið í tætta og inntensa borndystinum, har tað var týðiligt, at nógv stóð uppá spæl. 

Innskifti Niklas Kruse fekk seinasta orðið í yvirtíðini. Filip Djordjevic jagstraði ein leysan bólt, vann hann og spældi væl innfyri til Markus Hellisdal. Innskifti miðvallarin rakti ikki so væl, tá hann skuldi skjóta, men tað endaði sum eitt perfekt upplegg til Niklas.

Stórur fagnaður á Sigfríði Clementsen - ið fekk eina fipur í sambandi við 1-2 málið - og øll í EB/Streyms-leguni. Fimti sigurin í ár og tann fyrsti á útivølli í ár ger, at EB/Streymur í løtuni er á 6. plássi og fýra stig frá strikuni. 

Hjá AB sæst tann harði veruleikin nú aftur eftir eina annars góða gongd. 5-0 ósigur fyri HB í síðstu viku, og nú tap á heimavølli móti einum kappingarneyta, har man var á odda. AB er aftast við 10 stigum - næsta umfar er EB/Streymur aftur á skránni. Tá er tað á útivølli.

Betrideildin 18. umfar

Í dag, leygardagin 
AB- EB/Streymur 1-3
6’ Brian Jacobsen (Filip í Liða) 1-0
24’ Filip Djordjevic (Steven Van Dijk) 1-1
84’ Rani Hansen (Mikkjal Hellisá) 1-2
90’ (+2)’ Niklas Kruse (Markus J. Hellisdal) 

Í gjár, fríggjakvøldið 11.08
Víkingur - KÍ 2-1 (2-0)
11' Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-0
15' Poul Kallsberg 2-0
75' Páll Andrasson Klettskarð (Patrick Da Silva) 2-1

Les eisini: Víkingur støðgaði sigurrøðini hjá KÍ við søtum sigri


Støðan:

1. KÍ 48 stig 
2. HB 38 stig
3. B36 37 stig
4. Víkingur 33 stig *
5. 07 Vestur 26 stig 
6. EB/Streymur 16 stig
7. TB 15 stig 
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig *

* Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder