Fótbóltur

B36 misti alt á gólvið seinastu løtuna í Sørvági

Útiliðið var á odda 2-0, tá beint yvir fimm minuttir restaðu í. So slógu ungu lokalu vágamenninir til og javnaðu 07 Vestur er í løtuni fýra stig frá 4. plássinum.

07 Vestur stríddi seg væl inn í dystin aftur og tryggjaði sær stig í evstu løtu (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

07 Vestur stríddi seg væl inn í dystin aftur og tryggjaði sær stig í evstu løtu (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

2023-08-07 23:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 17. umfari í Betrideildini varð spældur í Sørvági í kvøld. B36, sum spældi 120 minuttir í Cardiff hóskvøldið, vitjaði, og talan gjørdist um ein dramatiskan dyst.

Dan Brimsvík hevði gjørt nógvar broytingar í byrjanaruppstillingini, og fyrsta hálva tíman tóku nýggju menninir av. Fyrst legði Valerijs Sabala B36 á odda, og Benjamin Heinsen økti tjúgu minuttir seinni - Símun Sólheim legði upp til bæði B36-málini.

07 Vestur fall tó als ikki í fátt og hevði sínar møguleikar gjøgnum dystin. Tað eydnaðist at minka um munin í 85. minutti. Tá fann Oddur Petersen innskifta Julian Mouritsen, og 17-ára gamli vágamaðurin takkaði fyri. Hetta var fyrsta málið hjá Juliani í Betrideildini. Hann kom inn fyrstu ferð sum 16-ára gamal.

B36 hevði fingið millum annað Isak Jönssoná vøllin og stríddist nú fyri at halda fast. Kanska merktist møði frá evropeisku uppgávuni hósdagin, men heimaliðið trýsti eisini væl, og fimm minuttir inn í yvirtíðina skoraði stóri miðverjin/áleyparin úr Sandavági, Eiler Fróðason, tá Mathias Voss fann hann, og so var frøi á Dungasandi.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Teir á heimaliðnum stórfegnast saman við áskoðarum sínum eftir dramatiska útjavnandi málið (Myndir: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

[object Object]
Málskjúttin Eiler Fróðason saman við venjaranum Lars Arna Nilsen (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

Útjavnandi málið til 2-2 merkir, at 07 Vestur hálar seg eitt stig nærri Víkingi aftur. B36 er nú eitt stig aftanfyri grannarnar, HB. Hósdagin vitjar HNK Riejka í 3. umfari í UEFA Conference League.

Betrideildin 17. umfar
Í dag, Mándagin 07.08
07 Vestur - B36 2-2 (0-2)
9' Valerijs Sabala (Símun Sólheim) 0-1
30' Benjamin Heinesen (Símun Sólheim) 0-2
85' Julian Mouritsen (Oddur Petersen) 1-2
90 (+6)' 2-2 Eiler Fróðason (Mahias Voss) 2-2

Í gjár dag, sunnudagin 06.08
TB - Víkingur 0-2
33' Finnur Justinussen (Signar á Brúnni) 0-1
60' Geza David Turi 0-2

HB - AB 5-0 (2-0)
42' Mikkel Dahl (Viljormur Davidsen) 1-0
45 (+1)' Hanus Sørensen 2-0
61' Hanus Sørensen 3-0
77' Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen) 4-0
81' Jákup Thomsen (Hanus Sørensen) 5-0

Les eisini: HB og Víkingur vunnu sum væntað

Leygardagin 05.08 á Svangaskarði
B68 - ÍF 3-1 (0-0)
35' Alex Mellemgaard (br.) 1-0
55' Sebastian Lau Nielsen 2-0
59' William Emil Klein 3-0
81' Hans Jákup Lervig 3-1

Reytt kort: Tóri Nolsøe Olsen (85')

Les eisini: B68 aftur á sigurskós

(EB/Streymur - KÍ: Fluttur til 27. august) - 
Evropeisku avrikini flyta dystir

Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. HB 38 stig 
3. B36 37 stig 
4. Víkingur 30 stig 
5. 07 Vestur 26 stig 
6. TB 15 stig 
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig *
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder