Ólavsøkudag vann ÍF lyklasigur á TB á Tórsvølli. Harvið komu fuglfirðingar uppum strikuna - í dag eru uppflytararnir sendir niður um strikuna aftur.
B68 tók ímóti ÍF í fyrsta dystinum í 17. umfari, og eftir at ikki hava vunnið Betrideildardyst síðani 5. mai gjørdi liðið hjá Jákupi á Borg nú bart.
ÍF hevði størri møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men í 35. minutti fekk B68 brotsspark, ið Alex Mellemgaard umsetti til mál við sínum góð vinstra beini.
Heimaliðið í roynd og veru avgjørdi dystin uppá fýra minuttir nakað inn í seinna hálvleik: Tíggju minuttir eftir steðgin økti Sebastian Lau Nielsen til 2-0, og tríggjar minuttir seinni gjørdi William Emil Klein bart.
ÍF pyntaði um úrslitið, tá tíggju minuttir vóru eftir, men ov seint var, og tað endaði 3-1. Hetjan frá Tórsvølli, Tóri Nolsøe Olsen fekk eisini reytt kort, tá fimm minuttir restaðu í. Ógvuliga týðandi stig fyri B68 ið nú er á 7. plássi.
Betrideildin 17. umfar
Leygardagin 05.08 á Svangaskarði
B68 - ÍF 3-1 (0-0)
35' Alex Mellemgaard (br.) 1-0
55' Sebastian Lau Nielsen 2-0
59' William Emil Klein 3-0
81' Hans Jákup Lervig 3-1
Reytt kort: Tóri Nolsøe Olsen (85')
Støðan:
1. KÍ 48 stig
2. B36 36 stig
3. HB 35 stig
4. Víkingur 27 stig
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
Ein dyst fleiri
Sí meira um dystin her
Í morgin, sunnudagin 06.08
Kl. 15.00:
TB - Víkingur
HB - AB
Mándagin 07.08
18.30: 07 Vestur - B36
(EB/Streymur - KÍ: Fluttur til 27. august)
Les eisini: Evropeisku avrikini flyta dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald