Fótbóltur

Evropeisku avrikini flyta dystir

Góðu evropeisku úrslitini hjá KÍ og B36 eru orsøkin til, at broytingar eru gjørdar leikskránni í Betri Deildini og í steypakappingina hjá monnum.

Gott lag á KÍ spælarum og teirra nærmastu fjepparum eftir 7-6 sigurin í Gøteborg mikukvøldið. KÍ skal kortini ikki spæla móti EB/Streymi sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Gott lag á KÍ spælarum og teirra nærmastu fjepparum eftir 7-6 sigurin í Gøteborg mikukvøldið. KÍ skal kortini ikki spæla móti EB/Streymi sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-03 18:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samráð við feløgini, hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya í fyrstu atløgu avgjørt, at tríggir dystir í landskappingini, og ein dystur í steypakappingini vera fluttir til aðra dagfesting.

Orsøkin er góðu úrslitini hjá KÍ og B36 í ávikavist UEFA Champions League og í UEFA Conference League.

Dysturin millum 07 Vestur og B36, sum skuldi vera sunnudagin 6. august, er fluttur til mánadagin 7. august, samstundis sum dysturin millum EB/Streym og KÍ, ið eisini skuldi verði spældur komandi sunnudag, er útsettur til mikudagin 27. september.

Harafturat er dysturin millum Víking og KÍ, sum skuldi vera í Gøtu sunnudagin 13. august, framskundaður til fríggjadagin 11. august.

Hesar broytingar hava við sær, at seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym, sum skuldi vera á Svangaskarði 27. september, í staðin verður spæld mikudagin 20. september.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder