Fótbóltur

HB og Víkingur vunnu sum væntað

Tað endaði 5-0 í Gundadali, har AB vitjaði. HB kom harvið upp á 2. pláss. Víkingur fór norður úr Trongisvági við 2-0 sigri og økti um leiðsluna til 07 Vestur, sum tekur móti B36 í morgin.

Hanus Sørensen, sum í dag spældi á høgra kanti, var stóri maðurin í Gundadali. Ungi havnarmaðurin skoraði tvey mál og legðu upp til tvey fyri HB (Savnsmynd: Hanus Sørensen)

Hanus Sørensen, sum í dag spældi á høgra kanti, var stóri maðurin í Gundadali. Ungi havnarmaðurin skoraði tvey mál og legðu upp til tvey fyri HB (Savnsmynd: Hanus Sørensen)

2023-08-06 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey bæði føroysku feløgini, ið taptu tepurt samanlagt í Conference League í juni, vunnu í dag, tá tey fóru í gongd aftur við landskappingingina.

HB gjørdi bart og sendi AB stuttu leiðina heimaftur við 5-0 tapi. Heimaliðið fekk hol á stutt fyri steðgin við tveimum skjótum málum, og í seinna hálvleiki skrædnaði hjá botnliðnum. Hanus Sørensen var stóri maðurin hjá HB í dag. Jákup Martin Joensen hevði flutt Hanus fram á "gamla plássið" á vonginum, og 22-ára gamli havnarmaðurin takkaði fyri við at skora tvey og leggja upp til tvey. 

Víkingarnir skoraðu tvær ferðir við Stóra - eina ferð í hvørjum hálvleiki. Finnur Justinussen legði Víking á odda í 33. minutti eftir innlegg frá Signar á Brúnni úr høgru, og eftir ein tíma tók Geza David Turi sakina í egnar hendur og økti. Triðja málið hjá miðvallaranum í ár. Eins og HB, spældi Víkingur sín fyrsta dyst í 17 dagar.

[object Object]
Geza David Turi - her í dysti móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur er nú fimm stig frammanfyri 07 Vestur, meðan HB hevur yvirhálað B36. 07 Vestur og B36 hava tó ein dyst færri og spæla í annaðkvøld.

Sermerkt við dystinum í Gundadali í dag var annars, at 33-ára gamli klaksvíkingurin Árni Brandsson Petersen dømdi sín fyrsta dyst í Betrideildini hjá monnum. Hann hevur seinastu árini dømt í øðrum deildum og varð í 2019 valdur til ársins dómara í fremstu kvinnudeildini. 

Betrideildin 17. umfar
Í dag, sunnudagin 06.08

TB - Víkingur 0-2
33' Finnur Justinussen (Signar á Brúnni) 0-1
60' Geza David Turi 0-2

HB - AB 5-0 (2-0)
42' Mikkel Dahl (Viljormur Davidsen) 1-0
45 (+1)' Hanus Sørensen 2-0
61' Hanus Sørensen 3-0
77' Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen) 4-0
81' Jákup Thomsen (Hanus Sørensen) 5-0

Í gjár, leygardagin 05.08 á Svangaskarði
B68 - ÍF 3-1 (0-0)
35' Alex Mellemgaard (br.) 1-0
55' Sebastian Lau Nielsen 2-0
59' William Emil Klein 3-0
81' Hans Jákup Lervig 3-1

Reytt kort: Tóri Nolsøe Olsen (85')

Les eisini: B68 aftur á sigurskós

Mándagin 07.08
18.30: 07 Vestur - B36

(EB/Streymur - KÍ: Fluttur til 27. august)

Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. HB 38 stig 
3. B36 36 stig * 
4. Víkingur 30 stig 
5. 07 Vestur 25 stig *
6. TB 15 stig 
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig *
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder