Fótbóltur

B36 enn einaferð víðari eftir longda leiktíð

Jann Benjaminsen tryggjaði B36 plássið í 3. umfari í Conference League við tryggum brotssparki í longdu leiktíðini í Cardiff. Í næstu viku kemur Rijeka úr Kroatia á vitjan.

Jann Benjaminsen, ovast her tá B36-spælararnir fegnast um 1-0 málið í Føroyum, avgjørdi kaldliga í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jann Benjaminsen, ovast her tá B36-spælararnir fegnast um 1-0 málið í Føroyum, avgjørdi kaldliga í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-03 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 11. ferð í søgu felagsins og fyri sættu ferð eftir longda leiktíð/brotssparkskapping er B36 víðari í evropeiskari kapping. Føroyska felagið, ið er komið oftast víðari, gjørdi tað heldur ikki hesa ferð lætt fyri seg sjálvt, men B36 vísti aftur sinnisliga styrki og vinjaravilja í longdari leiktíð. 

Í 100. minutti fekk útiliðið brotsspark í samband við hornaspark og skot frá Eli Falkvard Nielsen, tí dómarin metti, at bólturin ólóliga kom í armin á Haverfordwest-verjuspælara tætt við mállinjuna, ið forðaði fyri máli. Kanska heldur ivasamt men Jann Benjaminsen umsetti trygt til mál, og so var 3-2 til B36 samanlagt.

Fyrsta málið hjá bakkinum av Toftum í evropeiskum høpi gjørdist avgerandi. Jann og B36 stóðu ímóti, hóast nakað kroystir av Haverfordwest í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini. Walisiska liðið megnaði eitt sindur meira í kvøld enn seinast, fekk einasta málið í vanligari leiktíð í kvøld, men samanlagt var B36 betri og skal nú annað árið á rað spæla í 3. umfari í Conference League.

Hetta verður væl størri biti at gloypa enn í undanfarnu umførum. HNK Rijeka vann í kvøld 6-1 á heimavølli móti liði úr Kosovo, vann 9-1 samanlagt á Víkingi í 2014, og kroatiska liðið hevur fleiri ferðir seinastu tíggju árini verið í Europa League bólkaspæli. B36 og Rijeka spæla eftir ætlan á Tórsvølli hósdagin 10. august - Ovari Vøllur er ikki góðkendur til 3. umfar vegna heldur fá áskoðarapláss o.a, -  og seinni dystin í Kroatia eina viku seinni.

[object Object]
Stórur fagnaður á B36'arunum í teimum sermerktu útivallarbúnunum (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Cardiff City Stadium, hósdagin 3. august
Haverfordwest AFC - B36 1-1 eftir longda leiktíð (1-0) - 2-3 samanlagt
66' Ben Fawcett 1-0
100' Jann Benjaminsen (br.) 1-1

B36 (4-2-3-1): 
Mattias Lamhauge - Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann Julin Benjaminsen - Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen - Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki Nielsen - Hannes Agnarsson

Hesir komu inn: Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen og Erlendur Magnusson, Aron Knudsen og Emil Weihe Joensen

Venjari: Dan Brimsvík

[object Object]
Teir fyrstu ellivu hjá B36 í Cardiff í kvøld  (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder