
Tað skal ikki vera "lætt" avgreitt hjá B36, sum hevur tapt eftir 90 minuttir móti Haverfordwest í Wales.
Heimaliðið hevur skorað einsamalla málið higartil. Tað kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Ben Fawcett skoraði. Annars hava fáir málmøguleikar verið í Cardiff.
B36 vann 2-1 í Føroyum, og harvið er neyðugt við longdari leiktíð. Bæði B36 og Haverfordwest endaðu í tí í fyrsta umfari eisini. Walisiska liðið vann seg víðari í Conference League við brotssparkskapping.
B36 hevur heili fimm ferðir áður vunnið seg víðari við longdari leiktíð og/ella brotssparkskapping í Evropa.
Dysturin kann síggjast á Televarpinum. Til ber eisini at fylgja við á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald