Fótbóltur

21. umfar: Tveir 1-1 javnleikir

EB/Streymur misti leiðsluna seinastu løtuna í Sørvági, har 07 Vestur aftur "misti" í mun til 4. plássið. B68 brendi brotsspark og var á odda á heimavølli móti TB.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2023-08-31 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 21. umfari í Betrideildini vóru á skránni í kvøld. Báðir endaðu við 1-1 javnleiki.

Á Dungasandi í Sørvági var EB/Streymur leingi á sigurskós. Bakkurin Bergur Poulsen legði útiliðið á odda tígju minuttir fyri steðgin. Tað var ikki fyrrenn í 90. minutti, at heimaliðið javnaði. Tað var afturvendi Magnus Holm Jacobsen, ið umsetti brotsspark til mál . Eitt slag av vónbroti fyri bæði liðini: 07 Vestur kom nærri Víkingi, men misti roynd og veru eitt fet, í mun til 4. plássi, og EB/Streymur misti aftur stig seint og møguleikan at skræða seg heilt leyst av botnstríðnum.

B68 var nær við at taka heilt stórt fet eisini. Boubacar Dabo fór til stroks í 58. minutti, rak seg leysan og spældi síðani yvirum til Jørgen Nielsen, sum lættliga kundi seta bóltin í málið til 1-0. Talan var um livandi dyst, men tað endaði 1-1, tí Rógvi Joensen skoraði við beinleiðis hornasparki í 84. minutti. Onkursvegna fór bólturin í málið, og í yvirtíðini vildi TB hava brotsspark, tá Kachi fór um koll, eftir at B68-málverjin kom út og kastaði seg niður móti beiniði og bólti. Einki varð dømt.
 

Brotsspørk og B68 eru annars “ikki væl”: Fyri triðju ferð í ár misnýtti liðið hjá Jákupi á Borg brotsspark. Hetta var, tá tað var 0-0, og hesaferð skeyt Boubacar Dabo. Sama støða millum hesi bæði liðini, ið fóru eitt stig longur burtur frá niðurflytingarstrikuni. Talan er um fyrsta stigið hjá TB eftir sumamrsteðgin.

Ein dystur er á skránni í morgin, ein leygardagin og HB-KÍ er fluttur til fríggjadagin 15. september - eftir landsliðssteðgin. Hetta orsakað av at KÍ spældi á útivølli í Europa League í kvøld, og at landsliðið skal savnast mánadagin.

Betrideildin 21. umfar
Hósdagin 31.08

07 Vestur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
35' Bergur Poulsen (Filip Djordjevic) 0-1 
90' Magnus Holm Jacobsen, br. 1-1

B68 - TB 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 1-0
84' Rógvi Joensen 1-1

Í morgin, fríggjadagin 01.09
18.00: Víkingur - AB

Leygardagin 02.09
18.00: 
B36 - ÍF 

Fríggjadagin 15.09
HB - KÍ

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder