Annað

22 skjúttar kappaðust á Tórsbreyt

– Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting, sigur Bogaskjótisamband Føroya, sum skipaði fyri kappingini leygardagin.

(Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

(Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

2021-08-22 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri uttandura FM-kapping á Tórsbreyt í Havn.

Veðrið var gott, turt, við einum loti ímóti, og vóru umstøðurnar at skjóta á av teimum allar bestu, sigur Bogaskjótisamband Føroya í tíðindaskrivi.

22 skjúttar luttóku í kappingini – 15 recurveskjúttar, seks compoundskjúttar, og ein barebowskjútti. Compound- og barebowskjúttarnir kappaðust á 50 metra frástøðu, meðan recurveskjúttarnir kappaðust á 70 metra frástøðu.

– Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Bogaskjóting, sum ítrótt, hevur í nógv ár verið heimleys, tá tað ræður um útiskjóting, og væntandi umstøðurnar hava ført við sær, at skipað skjóting uttandura ikki hevur verið gjørlig.

– Tó so, hava tað verið hissini kappingar, tá okkurt øki hevur verið tøkt, og skjúttarnir hava tikið til takkar við tí, tey hava fingið fatur á, um tað so hevur verið eitt grótbrot, ein graslíkisvøllur, sum ikki var í nýtslu, ella á onkrari trøð.
Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting.

[object Object]Felagsmynd av FM-vinnarunum

Bogaskjótisambandið vónar, at slíkar umstøður eisini verða tøkar í framtíðini – um ikki á Tórsbreyt, so á einum øðrum líka skikkaðum vølli. Í løtuni er bogaskjóting bert ein vetrarítrótt við inniskjóting, men um skipað útiskjóting aftur gerst veruleiki, kann ítróttin fáa heilt annað lív.

Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:

Recurve kvinnur:
Jastrid M. Jensen (T) – (237+233) = 470
Sólgerð Henriksen (V) – (223+187) = 410
Tóra Dinna Reynskor (V) – (210+163) = 373
Pernille Krogh (V) – (145+170) = 315
Svanna Dam (Ø) – (69+42) = 111
¼ finala:
Pernille – Svanna : 6 – 0
½ finala:
Jastrid – Pernille : 7 – 1
Sólgerð – Tóra Dinna : 6 – 0
Bronsufinala:
Tóra Dinna – Pernille : 6 – 4
Gullfinala:
Jastrid – Sólgerð : 0 – 6

[object Object]

Recurve menn:
Hans Petur Højgaard (Ø) – (286+285) = 571
Oddmar Nielsen (Ø) – (283+274) = 575
Absalon Hansen (T) – (275+277) = 552
Eggaba Andreasen (V) – (273+266) = 539
Hans Bogi Ellefsen (V) – (273+240) = 513
Michael Feldballe (T) – (180+208) = 388
Baldur Unason Árting (T) – (213+165) = 378
Sigfríður Gaardbo Lützen (T) – (144+150) = 294
Oddmar Tróndheim (Ø) – (145+146) = 291
Meinhard Dam (Ø) – (169+118) = 287
¼ finala:
Hans Petur – Sigfríður : 6 – 0
Oddmar – Baldur : 7 – 3
Absalon – Michael : 6 – 2
Eggaba – Hans Bogi : 7 – 1
½ finala:
Hans Petur – Hans Bogi : 2 – 6
Oddmar – Absalon : 1 – 7
Bronsufinala:
Hans Petur – Oddmar : 6 – 0
Gullfinala
Absalon – Hans Bogi : 6 – 2

[object Object]

Compound menn:
Jóannes Poulsen (Ø) – (344+343) = 687
Kaj Johannesen (Ø) – (342+341) = 683
Nikkel Petersen (Ø) – (338+339) = 677
Jógvan Niclasen (T) – (325+315) = 640
Magnus Djurhuus Joensen (Ø) – (317+308) = 625
¼ finala:
Jógvan – Magnus : 132 – 131
½ finala:
Jóannes – Jógvan : 141 – 136
Kaj – Nikkel : 140 - 139
Bronsufinala:
Nikkel – Jógvan : 141 - 136
Gullfinala
Jóannes – Kaj : 143 – 144

[object Object]

Compound kvinnur
Rakul Dam (T) – (265+264) = 529

[object Object]

Barebow kvinnur
Ann Lisa Pedersen – (222+195) = 417

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder