Fótbóltur

23-ára gamal dani høvuðsungdómsvenjari hjá B36

Lasse Deichmann Egelund hevur arbeitt í fleiri ymiskum donskum feløgum seinastu árini. Hann skal millum annað taka sær av barnamenningini.

- Lasse er 23 ára gamal og kemur úr Danmark. Hóast ungan aldur hevur Lasse nógvar royndir úr feløgum sum Greve Fodbold, Hvidovre IF, FC Nordsjælland, AGF og Hillerød Fodbold har hann hevur verið hjálpar - og høvuðsvenjari, har hann eisini hevur havt ábyrgd av menningini av barnafótbóltinum (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2024-01-10 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur sett Lasse Deichmann Egelund sum nýggjan høvuðsungdómsvenjara í felagnum.

Hesum boðar felagið frá í dag.

- Lasse er 23 ára gamal og kemur úr Danmark. Hóast ungan aldur hevur Lasse nógvar royndir úr feløgum sum Greve Fodbold, Hvidovre IF, FC Nordsjælland, AGF og Hillerød Fodbold har hann hevur verið hjálpar - og høvuðsvenjari, har hann eisini hevur havt ábyrgd av menningini av barnafótbóltinum.

Danin við unga aldrinum og nógvu royndunum avloysir Michael Haase, sum hevur staðið fyri ungdómsarbeiðnum seinastu árini, men sum er farin til Danmarkar aftur at royna seg.

B36 skrivar, at Lasse Egelund hevur UEFA B-Youth prógv. Hann skal eisini vera tað, ið nevnist barnaútviklingsvenjari í felagnum - eins og hann var í Hillerød í fjør. Lukas Enevoldsen, sum eisini verður hjálparvenjari á besta liðnum, skal vera transitión venjari. Tað er at hjálpa við at syrgja fyri smidligari tilgongd frá at vera ungdómsspælari til vaksnamannaspælari.

Les eisini: Lukas leitar aftur til B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder