Tað er nú greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá Dan Brimsvík komandi kappingarár.
- Sum felag stendur B36 mær nær, og hendan uppgávan, sum nú stóð mær í boði, haldi eg vera bæði spennandi og avbjóðandi.
Soleiðis sigur nýggi hjálparvenjarin, sum tó ikki er nýggjur í føroyska høvuðsstaðarfelagnum, við síðuna hjá B36. 30 ára gamli Lukas Enevoldsen var verjuspælari hjá B36 í 2021 og 2022. Hann kom úr FC Fredericia, har landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge nú fer at royna seg.
Leikligu hæddarpunktini í Føroyum vóru steypasigurin í 2021 og evropeiski heimadysturin ímóti bosniska Banja Luka. Danin átti sín stóra leiklut í báðum minniligu sigrunum, vísir B36 á. Enevoldsen er ikki skrásettur fyri nakað mál á besta liðnum hjá B36, men hann skoraði tvey ógvuliga týðandi mál í brotssparkskappingum:
- Tað fyrra var, tá hann sum fyrsti skjútti í brotssparkskappingini legði lunnar undir steypasigurin ímóti NSÍ á Tórsvølli í desember 2021, tá vit vissaðu okkum atgongd til evropeiska kapping árið eftir. Hitt var, tá hann skeyt okkum víðari í Evropa við seinasta skotinum í brotssparkskappingini í Gundadali ímóti bosniska Banja Luka.
- Eg gleði meg at arbeiða saman við Dan. Hann er væl fyri taktiskt, og av tí sama eri eg sannførdur um, at eg fari at menna mínar venjaraførleikar hesa tíðina. Eitt av mínum íkastum verður tey virðini, sum eisini høvdu týdning fyri meg sum spælara. Tað er serliga, at tað er neyðugt at arbeiða beinhart fyri at røkka ambitiøsum málum. Tá ið vit fara á vøllin at venja, so er tað fyri at menna bæði egnar førleikar og liðið í síni heild. Allir skulu trýstast til at kýta seg, tí góður venjingarhugburður er avgerandi fyri dystaravrikini
Arbeiðsuppgávan í 2024 verður at vera hjálparvenjari hjá Betri-liðnum og sokallaður transitiónsvenjari. Tað seinna inniber, at Lukas Enevoldsen skal hava ábyrgdina av menningini av teimum elstu ungdómsspælarunum og búna teir til vaksamannafótbólt.
- Tað eru nógv fantastisk fólk í felagnum, bæði viðhaldfólk, sjálvboðin og venjarar. Eg hevði eisini ábyrgdina av U17-liðnum hasi árini, og saman skaptu vit nógv góð minnir, sigur afturvendi danin-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald