2024-01-20 21:38
Kappingin um Danmarksmeistaraheitið 2024 í inniróðri var í Gladsaxe Sportscenter í dag, og tað gekk væl hjá føroysku rógvarunum.
Níggju ungir rógvarar og seks vaksnir rógvarar vóru við fyri Føroyar.
Róð var í 2000 & 1000 metrum, 3 & 4 minuttum, umframt sprint 100 & 200 metrar. Flestu av føroysku rógvarunum róðu tveir róðrar.
Tað eydnaðist øllum føroysku rógvarum at vinna minst eitt heiðursmerki.
Í alt vunnu Føroyar 23 heiðursmerkir – 10 gull, 7 silvur og 6 bronsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald