Hondbóltur

24-19 í báðum hálvfinalunum

Í Høllini á Hálsi var tað tó útiliðið, ið vann. H71 og VÍF hava harvið eitt heilt gott útgangsstøði til seinna dystin.

(Í Hoyvík kundu tey fegnast um, at kvinnuliðið setti seg í sera góða støðu í mun til at koma í sína fyrstu steypafinalu nakrantíð - Mynd: Sverri Egholm)

(Í Hoyvík kundu tey fegnast um, at kvinnuliðið setti seg í sera góða støðu í mun til at koma í sína fyrstu steypafinalu nakrantíð - Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-05 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær tær fyrstu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vórðu leiktar í kvøld. Tað gjørdist ongantíð heilt tann stóri spenningurin í dystunum, og H71 og VÍF syrgdu fyri, at tað verður sera trupult hjá havnarfeløgunum at venda uppgerðini, tá liðini hittast aftur leygardagin.

Myndir: H71-Neistin  
             Myndir: Kyndil-VÍF
             

Í høllini á Hálsi hekk Kyndil í, í fyrra hálvleiki. Liðið er tó týðiliga merkt av, at Turið Arge ikki er við, og tað gekk ikki nóg væl í álopsspælnum. Serliga var fyrra hálva av 2. hálvleiki tung. Tað løtuna vann VÍF 5-2, og so kom munurin á fimm mál. Tað var hann eisini, tá dysturin var av. Hjá VÍF gekk spælskiparin Agnas Olsen á odda við fimm málum. 20-ára gamla Ró Nielsen gjørdi eisini um seg við millum annað fimm málum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Í Hoyvík kom heimaliðið nógv betri frá byrjan. Tann annars so sterki verjuparturin hjá Neistanum hevði trupulleikar, og tær í bláum runnu aftaná allan dystin. Neistin fekk minkað munin niður í tvey mál áðrenn steðgin, og át seinastu løtuna eitt sindur av sjey-máls leiðsluni, ið H71 hevði eina løtum upp. Marita Mortensen og Maria Halsdóttir Weyhe syrgdu við sínum tilsamans 15 málum fyri, at H71 hevur annað beinið í steypafinaluni. 

[object Object]Toppskjúttin í dystnum, Marita Mortensen, í tvídysti við Marjuna Danberg (Mynd: EPA)

Tað verður leygardagin, tá seinnu hálvfinalurnar eru á skránni. Báðir dystirnir byrja klokkan 18.00. 

Faxe Kondi kappingin:
Hálvfinalur hjá kvinnum
Mikudagur 05.02.20  

Kyndil – VÍF 19-24 (9-11) 
Toppskjúttar: Agnas Olsen 6 mál, Ró Nielsen 5 mál og Bára Krossteig Hansen 5 mál 

Myndir frá dystinum

20.00: H71 – Neistin 24-19 (12-10) 
Toppskjúttar: Marita Mortensen 8 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Ingunn Kristina Persson 6 mál og Stina Madsen 6 mál

Myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder