Fótbóltur

26 brotsspørk áðrenn Manchester United vann

Vinardysturin móti AC MIlan gjørdist málríkur.

2018-07-26 16:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

International Cup verður í hesum døgum spælt í USA. Hetta er ein kapping, har fleiri stórfeløg gera seg klár til komandi kappingarár við vinardystum.

Í gjárkvøldið lokala tíð spældu Manchester United og AC Milan. Alexis Sanchez legði liðið úr Manchester á odda eftir 12 minuttir, men bert tríggjar minuttir seinni javnaði fyrrverandi Liverpool-leikarin Suso.

Einki mál kom afturat og tí varð farið til brotssparkskapping. Her skuldi skjótast heili 26 brotsspørk áðrenn Manchester United vann. Vinnandi brotssparkið skeyt Ander Herrera, tá hann skoraði sítt seinna brotsspark. Tá høvdu allir hinir á liðinum skotið eitt brotsspark hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder