Í dag klokkan 14 verður fyrsta FM-kappríðingin á breytini hjá Vága Ríðingarfelag við flogvøllin.
28 ross eru tilmeldaði, skrivar Ríðisamband Føroya.
Fyrst verður kappast á 100 metrum í tølt og skeið. Í tølt eru fimm ross við, og í skeið eru tvey ross við.
Síðani verður farið út á 250 metrar, og har verður byrjað við travinum. Í tí bólkinum eru seks ross við. Næsta greinin er Tvíspor ung, har fimm ross kappast. Í Tvíspor vaksin 2 flokkur eru fýra ross við, og sama tal er við í tvíspor vaksin l flokkur.
Spenningurin er sum altíð stórur undan fyrstu kappingini, kanska serliga í Tvíspor vaksin l flokkur, har eru trý ross við, sum áður hava vunnið FM. Tey eru Freyr, Silfá og Sirkill, og seinasta rossið Marengo kann sanniliga eisini gera um seg á einum góðum degi, skrivar Ríðisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald